viðskiftafólk, sum kanska ikki hava fingið so góðar sømdir seinastu fýra árini, sum Bjørn á Heygum av røttum vildi givið teimum. Spurningur um at ofra seg Tá hann so hugsar um tær 15.000 krónurnar, sum tingmenn [...] Tað er einki loyndarmál, at Bjørn á Heygum, sum fekk flestu atkvøður á seinasta vali, ikki er samdur við sínum partamonnum, ið vilja hava Edmund Joensen sum formann í Sambandsflokkinum. Hann fer kortini [...] ikki rættiliga, men avgjørt spælir tað inn, at tað hevur verið so nógv rumbul, sum fær teg at bakka út. Tann ósemjan, sum er innanhýsis í flokkinum fær hugin at koppa tann vegin, at nú var nóg mikið. Hugurin
at berja seg burtur úr sínum kenslukalda og eydnuleysa lívi. Í dag er hon trúgvandi, og arbeiðir sum trúboðari og við børnum og ungum, sum hava verið fyri blóðskemd. Umframt tað er hon útbúgvin psykiatriskur [...] vitjaði W. AGLOW, sum er altjóða kristiligur kvinnufelagsskapur. Vit høvdu avtalað við Berit Sundet Olsen, sum nú er gift og býr í Leirvik, at vit skuldu tosa um viðurskiftini hjá smágentuni, sum pápin misbrúkti [...] børnini ikki fyri sama ágangi heima, sum Berit. Ræddist mammuna Mamman vakti angist í dóttrini, tí hon visti ongantíð, hvat mamman kundi finna upp á. Fekk hon sær súltutoy upp á breyðið ein dag, so kundi tað
Sambandsflokkinum, sum vil hava løgmann frá. Spurdur, um tað eydnaðist at slætta sjógv á Landsfundinum, sigur Atli Hansen, at nú er nýggj stjórn vald, og so er í lagi. Men stjórnin er tann sama sum undan str [...] sigur bert, at teir eru sendir heim. Tó verðir tingfundur í dag, har fundarskráin er lýst, og er um málið við Telefonverkinum, sum skal skipast sum alment partafelag. Hvørt tingflokkarnir ætla at seta mis [...] av, um hann stillar upp aftur fyri flokkin. Hetta er í sama valdømi sum hjá Edmundi Joensen, har Atli Hansen eisini er kappingarneyti hjá formanninum. Spurdur um hann sleppur upp á listan í sínum valdømi
fer ill at bera til. Men gera vit skipið í standi, so fáa vit eitt gott skip í 10-15 ár, sum er á sama støði, sum Tjaldrið. Skipið verður betri enn ætlað Atli Hansen vísir eisini á, at tá vit tosa um dýru [...] einsamallur, at taka ta avgerðina, sigur hann. Men vit hava so eitt tilboð, sum ikki liggur so langt av leið frá tí, sum vit hava hildið, at arbeiðið fer at kosta, sigur hann. Hanstholm Flydedok hevur [...] NÝTT NÝTT NÝTT NÝTT Tað seinasta nýggja í málinum, sum kom fram aftan á at blaðið varð prentað var, at John Petersen ætlar at selja skipið. Eg havi sum landsstýrismaður heimild til at selja skipið, og
mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr. Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum [...] vikuskifti luttóku á Føroya Fótbóltsskúla, gjørdu sítt ítarsta. Og tað sama gjørdu venjararnir. Ein teirra, ið hevur verið venjari nøkur ár, og sum seinastu árini meira hevur fingist við samskipan av tiltakinum [...] mennast bæði tekniskt og taktiskt. Fótbóltsskúlin er meira ein serskúli í dag. Petur Simonsen sigur víðari, at fótbóltsskúlin í dag kortini ikki samlar so nógvar av teimum heilt góðu dreingjunum, ið dagliga
útskrivaði val, fyri at fáa undirtøku fyri tí, sum stjórnin vildi fremja. Hetta er ikki støðan hjá Landsstýrinum í dag. Her er bert talan um løgmann, sum ikki hevur undirtøku í einum valfelag í Eysturoynni [...] Tað heldur Annfinnur V. Hansen, advokatur, ikki vera rættvíst. Føroyska stýrisskipanarlógin er sama skipan, sum verður nýtt í Danmark og í Svøríki. Hon kann nýtast á ymsan hátt, men tað er ikki vanligt aðrastaðni [...] einum flokki, sum kanska er eini 20 pst. av samlaðu veljarafjøldini. Tað kemur ikki øllum veljararum við, hvønn person Sambandsflokkurin velur til formann. Hetta er ein sera løgin støða, sum stýrisskipanarlógin
leiklut í tí, sum nú fer fram. Teir hóvligu í Tinganesi Teir hóvligu í Tinganesi vilja tað sama sum vit, og tí er tað umráðandi at fullveldisuppskotið verður viðgjørt, sigur Jenis av Rana, sum annars leggur [...] fullveldisuppskotið, sum Landsstýrið annars vil vera við. Tá tosað verður um teir hóvligu og teir víðgongdu í Tinganesi, kundi hugsandi verið skilagott, um málið fekk breiðari viðgerð enn tað, sum partar av La [...] m, skapti Jóannes Eidesgaard tveir vígvøllar, sum forða fyri at uppskotið um fullveldi fekk viðgerð í nevndini, sigur Jenis av Rana. Tað er júst tað, sum Jóannes Eidesgaard hevur ávarað ímóti. Eitt nú
mótvegis fullveldisætlanini sum tørvandi sjálvræði, at vit ikki tora, eru bangin fyri broytingum o.s.fr. Er ein, sum er ímóti fullveldi so ábyrgdarloysingur og hervið ein, sum gevur øðrum skyldina? Tað [...] og beinleiðis ein vreingjan av veruleikanum. Hetta er eisini ein lemjandi dómur, sum ikki tekur við søguliga avrikini, sum Javnaðarflokkurin hevur verið við til at fremja í føroyskum politikki, Jóannes [...] sagt verður, at Javnaðarflokkurin er tvørur og ikki vil geva seg. Tað sæst í greinum hvønn dag í bløðunum, sum viðhaldsfólkini fyri fullveldisætlanini skriva. Ósakligt orðaskifti Hann skilir væl, at ja
Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara. Tjóðveldisflokkurin peikaði á Høgna Hoydal, og tað gjørdi Javnaðarflokkurin eisini. Fólkaflokkurin bjóðaði Anfinn Kallsberg fram, og tað sama gjørdu Miðflokkurin [...] standa sína roynd, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur dent á, at hervið er ikki peikað á nakað ávíst løgmansevni, men bert ein samgonguleiðara, sum er royndur politikari og kennir politiska spælið [...] Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum vísti á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara: Tað var stuttorðaði boðskapurin til tingformannin í dag, og hann kravdi bert eitt navn, sigur Jóannes Eidesgaard. Til
flestu Liverpool viðhaldsfólkunum er at síggja ein dyst á The Kop, sum er endin handan annað málið á leikvøllinum hjá Liverpool, sum hevur heitið Anfield. Stemningurin er tiltikin fyri at verða góður á [...] Liverpool viðhaldsfólk eru so ónøgd við avrikið í dag. Vunnu vit ikki?, spyr ein Liverpool viðhalsmaðurin inni á The Albert, ið er eitt vertshús, sum liggur bara metrar frá The Kop. «Eg skilji heldur ikki [...] spælt fleiri dystir, har teir hava spælt væl í fyrra hálvleiki og illa í seinna hálvleiki. Hetta hendi millum annað í fyrsta landskappingardystinum móti Sunderland, og aftur mikukvøldið, tá Liverpool vann