­ Allir møguleikar skulu roynast

Í fyrsta samráðingarumfari peikaðu fýra floksformenn á Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara. Hann fær møguleika at finna fram til eina samgongu áðrenn leygardagin kl. 11

Tað var kalt undir tinghúsvegginum í gjár, tá ein floksformaður fyri og annar eftir komu at hitta tingformannin og geva sítt boð uppá, hvør skuldi vera samráðingarleiðari í royndini at skipa fyrstu samgonguna eftir nýggju stýrisskipanarlógini.

Nøkur tíðinadafólk tóku ímóti teimum í túninum, men annars var einki fólk á staðnum.

Á Gamla Apoteki sótu nývaldu tingmenninir í ymsu flokkunum og prátaðu afturvið einum kaffimunni. Tað var ein dámur av spenningini millum politikararnar, men eingin vildi siga, hvønn teir høvdu í uppskoti til samráðingarleiðara, sum nú skal roynast fyri fyrstu ferð.


Søgulig hending

10 minuttir vóru avsettir til hvønn floksformannin at tosa við tingformannin á tinghúsloftinum.

Tað var kortini ikki torført at meta um, nær næsti maður hevði tørn, tí í vindeyganum á Gamla Apoteki sæst beint niðan í tingið, har ein formaður spákaði niðan, tá hin var komin út í tinghústúnið at tosa við tíðindafólkini.

Sosialurin loddaði dýpið á Gamla Apoteki:

Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, peikaði á Anfinn Kallsberg sum samráðingarleiðara.

Tjóðveldisflokkurin peikaði á Høgna Hoydal, og tað gjørdi Javnaðarflokkurin eisini.

Fólkaflokkurin bjóðaði Anfinn Kallsberg fram, og tað sama gjørdu Miðflokkurin og Sambandsflokkurin, og so var einki ivamál.

Anfinn besta

boð í løtuni

Helena Dam á Neystbø heldur, at í fyrsta umfari er Anfinn Kallsberg besta boð at skipa samgongu við Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Fólkaflokkinum.

Sjálvstýrismálini skulu loysast og heimastýrislógin koppast soleiðis, at avgerðarrætturin er í Føroyum og ikki í Keypmannahavn.

­ Vit útiloka kortini ongan flokk, men vit hava arbeitt saman í samgongu við Fólkaflokkin í seinasta valskeiði.

­ Har hava vit lagt lunnar undir búskaparpolitisku málini, og hava nú ein møguleika at lata tey standa sína roynd, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur dent á, at hervið er ikki peikað á nakað ávíst løgmansevni, men bert ein samgonguleiðara, sum er royndur politikari og kennir politiska spælið.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum vísti á Høgna Hoydal sum samráðingarleiðara:

­ Tað var stuttorðaði boðskapurin til tingformannin í dag, og hann kravdi bert eitt navn, sigur Jóannes Eidesgaard.


Til reiðar at fara

í samgongu

­ Vit hava tó gjørt Tjóðveldisflokkinum greitt, at Javnaðarflokkurin ikki er áhugaður at peika á ein samráðingarleiðara, uttan so at vit eru við í eini møguligari samgongu, men vit vita ikki, um teir fara útum Javnaðarflokkin.

­ Okkara tilsøgn pliktar sjálvandi, at vit eru við í møguligari samgongu, annars høvdu vit ikki peikað á samgonguleiðara, har vit ikki eru við, sigur Jóannes Eidesgaard, og leggur aftr-at, at um fyrsta umfar ikki eydnast, fer Javnaðarflokkurin, sum fekk 7 pst. framgongd á valinum, at bjóða seg fram at skipa samgongu.

Høgni Hoydal, løgmansevni í Tjóðveldisflokkinum, bíðar spentur eftir úrslitinum, tá vit práta við hann.

Hann hevur áður sagt og endurtekur, at hann vil hava breiða samgongu, við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, fyri at fáa styrki í Føroyum og í Danmark.

­ Okkara høvuðsraðfesting er avgerandi stig í sjálvstýrisleiðini, sum gongur langt út um bert at yvirtaka málsøki. Tað er, at vit staðfesta Føroyar sum fullveldi, sigur Høgni Hoydal.


Ikki ein treyt at fáa samráðingarleiðsluna

­ Tað er kortini ikki ein treyt, at vit fáa samráðingarleiðsluna, men vit halda, at vit hava møguleikan at fáa bestu samgonguna, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at nú snýr málið seg um ítøkiligar politiskar avtalur, og so kemur persónsspurningurin í aðru røð.

Anfinn Kallsberg fer í fyrstu atløgu at tosa við allar flokkar, fyri at finna frægasta grundarlag undir skilagóðum politikki, sum hann málber seg. Tað skal gerast við grundarlag í stevnuskránni hjá Fólkaflokkinum, og hvussu teir kundu hugsað sær sambandið við Danmark.


Ivast um teir sosialistisku flokkarnar

­ Hvussu nógv vilt tú góðtaka, t.d. av møguligum boðum í t.d. Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum?

­ Eg meti hesar báðar flokkar at vera sosialistiskir flokkur, og tá Fólkaflokkurin er borgarligur, vil hann fáa eina semju, um tað ber til, sigur Anfinn Kallsberg og vísir á at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin undir valstríðnum stóðu hart móti hvør øðrum. Hann er ikki samdur um háttin, sum Javnaðarflokkurin vil loysa trupulleikarnar, tó at hann vil royna allar samgongumøguleikar.

Edmund Joensen kom eisini á tinggátt í gjár. Hann vísti á eina borgarliga samgongu, við Fólkaflokkinum og Anfinni Kallsberg sum samráðingarleiðara, saman við Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Tað helt hann vera besta loysn fyri Føroya land.


Einasta ikki skaðiliga samgongan...

­ Um tað ikki ber til, so er einasta samgonga, sum ikki er skaðilig fyri landið, ein samgonga við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, sigur Edmund Joensen.

Seinast í røðini at tosa við tingformannin var Jenis av Rana fyri Miðflokkin, og hann vísti eisini á Anfinn Kallberg sum samráðingarleiðara, í eini borgarligari samgongu. Hann legði tó aftrat, at hann stuðlaði eisini eini sjálvstýrissamgongu, um tað kom uppá tal.

Jógvan I. Olsen, tingformaður hevur givið Anfinni Kallsberg freist til leygardagin, at finna eina samgongu.

Um einki úrslit spyrst burturúr, verður farið undir nýtt umfar at finna samráðingarleiðara.