sjálvstøðugar og minni heftar at Keypmannahavn, so vil Hetland uttan iva eisini verða minni heft at London. Tað er eisini greitt, at tey ríkidømi, sum liggja í undirgrund Hetlands og Føroya eiga fyrst og fremst [...] sum Smyril Line og Norrøna geva okkum til at byggja upp nakað konstruktivt og positivt, bæði á tí mentarnarliga og tí vinnuliga økinum. ?Norrøna brúgvin? hjá Smyril Line millum Føroyar og Hetland gerst veruleiki [...] fyrimunir og vansar við sær. Tá DFDS gavst at sigla uppá Føroyar og Norrøna legði leiðina til Esbjerg, varð hetta hildið at vera skilagott, tí fyri tað fyrsta var tað lættari at koma til og frá Esbjerg
Uppgávan hjá pressuni er at leggja fram fyri fólk ætlanir og avgerðir, sum teir stýrandi taka og spyrja, hvørjar avleiðingar hesar fáa uppá gott og ilt. Út frá tí, sum er komið fram, eftir at samgonguskjalið [...] tjóðveldið í skák mát. Í hvussu er tykist fólkið hjá fólkaflokki og sjálvsstýrisflokki so væl plaserað, at tjóðveldisspringarar og -hestar hava lítið og einki rásarúm. Kann tað vera so galið, at umrøddu flokkar [...] eitt bluffnummar og millum fólkafloksmenn mett sum einki annað enn at umsita luft? Og eru ikki tær uppgávurnar, sum Høgni Hoydal nú skal taka sær av, uppgávur, sum ein embætismaður og ein embætismannanevnd
urin bakkar og letur fólkaflokkinum bæði fíggjar- og fiskivinnumálini. Men vit hava uppliva hetta a´ðru. tað var tá fólkaflokkurin kom upp í seinastu samgonguna. Tá kravdi hann fíggjar- og fiskivinnumálini [...] samgongu, har Edmund og Jenis eru tilreiðar at lata alt um seg ganga, eru so mikið sterkar, at tær rætt og slætt vilja ikki góðtaka eina samgongu saman við tjóðveldinum. So fyrst at slúka eina samgongu [...] um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent áður, so er tað einki minni enn skomm, at flokkar ikki kunnu semjast um málsøkini, tá tað er komið so langt sum at samgonguskjal er skrivað og undirskrivað
avgera lagnu og framtíð Føroya. Spurningurin er nú at fáa teir stóru flokkarnar, sum vunnu valið, at finna eina felags stevnu fyrst og fremst á vinnu-, almanna- og heilsuøkinum, á mentanar- og á tjóðskaparøkinum [...] vinstra og høgra og sjálvstýri og samband, so hevur veljarin hesaferð týðuliliga og greitt peikað á eina breiða og stóra samgongu. Hetta eigur núverandi samráðingarleiðarin at taka til eftirtektar, og vit [...] partapolitikkur, persónligt agg og trongskygni mugu víkja fyri eini felags roynd at fáa Føroyum og føroyingum ta besta og mest breiða stýri hugsast kann. Hetta er umráðandi, nú stórar og týðandi avgerðir skulu
um evnini og førleikan hjá løgmanni at umsita hetta so stóra og týðandi mál. Hetta byggja vit m.a. á hansara egnu avgerðir, eitt nú hana at seta til viks uppskot frá bæði samráðingarnevnd og uttanlandsnevnd [...] Føroyum at gera vart við støðu okkara og ónøgd okkara við bretsku krøvini í hesum máli. Løgmaður hevur heldur valt lutvíst tøgnina og lutvíst at venda Bretlandi og bretskum áhugamálum bakið. Tað hava vit [...] mark, tí tað fall í góða jørð hjá teimum. Vit hava víst á tað láturliga í, at teir fyrst hava avtalað eitt fiskimark og síðani vilja hava eitt heilt annað undirgrundarmark. Osfr. TAÐ, sum sambandstingmaðurin
íløgur fyrst og fremst í sunnar og skilagóðar vinnuætlanir, íløgur í samferðslu og flutning, í útbúgving og tøkni, ja rætt og slætt í menniskju. Tí mugu vit til at fjøltøtta allan okkara búskap og fáa lív [...] hugsa øðrvísi og longur fram enn tú og eg. Latið okkum leggja alla hesa nógvu orku og vitan vit eigasaman og fáa nakað gott burtur úr. Latið okkum sleppa keglinum, ósemjuni, øvundsjúkuni og undirbrotligheitini [...] øllum hesum - og í egnum hús? Tað er hetta alt snýr seg um. Hvussu skal tú semjast um frægastu og bestu loysnirnar fyri okkum øll við 50 kommunum og 8 politiskum flokkum? Kynstrið má og skal vera at sjóva
við minnilutalandsstýrum. Og loksins at onkur av hinum smáu flokkunum eru við til at fáa eina av teimum mongu kabalunum at ganga upp. TAÐ skulu og eiga at takast stórar og álvarsligar avgerðir í føroyskum [...] sjálvstýri, størri sjálvsábyrgd, einum sosialum meira tryggum og rættvísum samfelag, einum sunnari vinnulívi - og sum haraftrat vilja varðveita og menna okkara mentan í góðum samljóði við umheimin. [...] SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN hevur átt lykilin til nógvar samgongur, og spurningurin er so, um hann er lykilin til ta borgarligu samgonguna hjá Óla Breckmann og Edmundi Joensen. Sámal Petur í Grund fer ikki í samgongu
num. Og eftir okkara tykki fer tað ikki at tæna søk Føroya, um ein borgarlig samgonga framhaldandi skal umsita hesi málini. Tað mugu aðrir flokkar gera. Og hjá hesum flokkum ræður fyrst og fremst um at [...] bankamálið og uttanlandsskuldin. EINS og við hinum báðum umrøddu málunum kann eisini sigast um marknatrætuna við bretar, at nú hon hevur vart so leingi, hevur tað ikki skund at fáa eina avgerð her og nú undan [...] brúkt nógva tíð og orku uppá at fyrireika seg til leitingina við Føroyar, vilja sleppa í gongd . NÚ eru so bert fáar vikur eftir til valið, og kann tað eisini vera gott at reinsa luftina og harvið fáa nýggj
fyri borgum í skjótt tveir mánaðir og ein kann siga, at vit so spakuliga byrja at hóma konturarnar til eina mynd. Tungu dreingir tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal og Karsten Hansen, hava báðir føroyska [...] sjálvstøðugar suverenar Føroyar. Eitt er málið, annað er hvussu tú røkkur tí og nær. Samgonguskjaliðsetir út í kortið karmarnar og skal landsstýrið til at fylla teir út. Eftir øllum at døma verður tað longu [...] meining og virka uppbyggjandi, so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað
ður, og tí er tað so alneyðugt við røttum og nógvum upplýsingum. Føroyingurin má hava allar neyðugar fortreytir fyri at kunna taka støðu til sína egnu og eftirkomaranna framtíð. Bæði løgmaður og varaløgmaður [...] sambandi eisini at minna løgmann, varaløgmann og aðrar leiðandi politikarar á, hvussu stóran týdning tað hevur, at teir spæla við opnum kortum og kalla og nevna tingini tað tey veruliga eru. Í hesum sambandi [...] ynskir at føroyingar yvirtaka flogvallarøkið. Hesum hevur Finnbogi Arge víst aftur, og hevur sagt, at flogvøllurin er enn og verður tað eisini í næstu framtíð danskt ábyrgdarøki. Vit hava so hoyrt Mogens Lykketoft