bert 15 ára gamal. Hann var longu tá farin til sjós fleiri ár frammaundan. Meini, at hann var 12 ára gamal fyrstu ferð, hann var á sjónum. Evald, mammubeiggi tín, var eisini við Skúanesi eins og Sonni [...] teg, góði Heini. Tað vísir so sannliga eisini, at tú vart ein avhildin og virðiligur maður. Takk fyri alt, góði Heini, og okur síggjast aftur ein dag. Mínar tankar eru hjá tykkum í dag, góðu tykur øll tey [...] sjólátnu, sum verður hildið nógvastaðir í landinum og eisini her í Vági. Heini var eisini ein sera avhildin maður. Sera nógv fólk savnaðust eisini í Vági í dag at minnast teg og onnur, sum hava latið lív
heittu á hann at gerast húsavørður í fyritøkuni. Hetta starv røkti hann fyrimyndarliga, til hann 80 ára gamal gjørdist pensjonistur burturav. Longu sum blaðungur dámdi Heina væl at syngja. Hann var limur í [...] góðan stuðul frá konuni, sum frá upphavi hevði javnaðarstevnuna í blóðunum. Heini var stillførur maður, sum altíð var við tí góða boðskapinum. Hann skapti ró og trivnað rundan um seg og var tí lættur at [...] 1990, tá Javnaðarflokkurin við 10 tinglimum skipaði samgongu, vóru boð eftir Heina. Hann var næsti maður á listanum hjá flokkinum í Norðsteymoy, og tá Arabo fór í landsstýrið, kom Heini á ting, og sat hann
felagsins, var deyður bert 68 ára gamal, eftir at sjúka hevði gjørt um seg. Hartvig var ættaður úr suðurjútlandi í Danmark og kom hann til Føroya longu sum 19 ára gamal, sendur í hertænastu á hesum [...] fjarskotnu oyggjunum. Eins og tjøldrini knýtti Hartvig seg at Føroyum. Bleiv giftur við Bettu og kom soleiðis í samband við familju við sterkum kenslum til landið. Hann og konan fingu 3 børn, Dianu, Petur [...] roynd at fáa lív aftur í hesa ítróttina í 1995 eyðnaðist tað so mikið væl, at hendan greinin nú er ein stórur partur av virkseminum í sigursvanda ítróttarfelagnum í Vestmanna VÍF. Hartvig hevði stóran
føddur á Toftum í 1938 og var yngstur av 9 systkjum. Mammuna misti hann longu, sum 14 ára gamal, og var tað ein dyggur smeitur fyri hann. Harry var sjómaður í mong ár, áðrenn hann fór at læra til rørleggjara [...] mentalt var hann, sum ein unglingi. At hasin rennitúrurin skuldi vera hansara síðsti, var tað neyvan nakar, sum grunaði. Flestu fólk roknaðu við, at hann fór helst at gerast heilt gamal, við tí lívihátti [...] Harry tíðliga at hoyra um Jesus. Boðskapurin fekk stóran týdning fyri hann. Sum vaksin maður møtti Jesus honum, á ein serligan hátt, í missiónshúsinum í Rituvík. Vit eru mong, sum hava hoyrt Harry siga
Hanus við Høgadalsá, sum andaðist 84 ára gamal í gjár, mundi vera ein tann einasti av teimum føroyingunum, sum í góðum árum vendu aftur til Føroya úr Danmark eftir kríggið og fóru bygd úr bygd at yvirtala [...] føroyingar valdu loysing á fólkaatkvøðuni í 1946. Og hann var eins og hinir dyggiliga vónsvikin, tá heimastýrislógin gjørdist úrslitið. Hann varð tí ein av stovnarunum av Tjóðveldisflokkinum í 1948, og í 1950 [...] tingi í átta ár. Hann var ikki orðaríkur maður, hvørki av tingsins røðarapalli, á nevndarfundi ella floksfundi. Men hvørt einasta orð vigaði og tað væl. Eg skal, eins og so mong onnur, bæði á tingi og í býráðnum
sum ein sera fittan og vinsælan mann. Vit fylgdust nógv í okkara ungdómsárum. Hanus var ein klókur og skilagóður maður. Eisini var hann skemtingarsamur og stuttligur at vera saman við. Hann var ein góður [...] Triðja páskakvøld andaðist Hanus Jørgensen úr Miðvági bert 53 ára gamal. Ein kann kanska siga, at Hanus slapp heim hóast hansara unga aldur, tí hann hevði eitt trupult lív tey seinastu árini. Eg kom at [...] yngri árum. Hann spældi í fleiri ár fótbólt á besta liðinum hjá MB. Hann var ein evnaríkur telvari og badmintonleikari, eins og hann róði kapp í nógv ár. Tá vit vóru ungir, var ferðasambandið ikki so gott
ómetaliga stórt, at tað ei kann lýsast í orðum. Tú var altíð her hjá mær og var mær ein so góður og hollur stuðul. Tú var ein maður av fáum orðum og blíðum lyndi og var lættur, at verða saman við. Tú hevði nógvar [...] vit tað, hevði lívið verið óliviligt. So sera dáttligt var tað, at tú Eyðfinn, andaðist bert 58 ára gamal, fáar tímar eftir, at tú hevði verið á Landssjúkrahúsinum, undir læknahond, men varð sendur heim [...] kom tú bara stillisliga og tók hond í. Tá tiltøk skuldu haldast og stóra tjaldið skuldi setast upp, eins og takast niður, var tú eisini við, við einari hjálpandi hond og væl lá fyri. Eisini syrgdi tú fyri
92 ára gamal, har hann búði mesta av ævi síni saman við føroysku konu síni Ragnu, dóttir Gudmund og Ragnu Isfeld. Tey fingu tvey børn, Marion og Malcolm. Elwyn var sera fryntligur og vinsælur maður, sum [...] Nú er enn ein av teimum farin, sum forðaðu fyri, at Nazitýskland vann á land her og trælabant okkum í tí ræðslustýri, sum teir útyntu í at kalla øllum Europa, fra Sicilia til Nordkap og frá Normandínum [...] var týðuligt, at tíðin hjá honum sum hermaður her hevði havt stóra ávirkan á hann. Eisini var hann ein góður og kærleiksfullur ektamaður, tað merktist hvussu góður hann var við Ragnu – konuna, og altíð
nærmastu høvdu tað. Hann var ein ógvuliga savnandi maður og hevði lætt við at knýta vinabond, allastaðni har ið hann búði. Dalli var eisini ein maður við listarligum gávum, og ein stóran part av teimum seinastu [...] gjørdust alt ov fá og tey síðstu árini strævin, men eftir standa minnini um ein mann, sum var ein lýsandi fyrimynd, hvussu ein kann liva hóast stóran mótburð í lívinum. Dalli var ættaður úr Havn og eldri [...] andaðist, kennist tað framvegis alt ov tíðliga at skriva minningarorð um hann. Hann andaðist bert 51 ára gamal á einum røktarheimi í Danmark eftir eitt langt og virðiligt stríð við Parkinsonsjúkuna. Okkara tankar
Danmarkar í skúla, so hetta var ein stórur lætti hjá teimum. Ditlev var á Skúlanum á Trøðni líka til 1991. Hann fór tá frá av tí at heilsan var farin at bila, hann var tá 69 ára gamal. Eg havi havt samband við [...] Eg kom at kenna Ditlev og konu hansara Margit í 1983, Ditlev var ein blíður og fyrikomandi maður at tosa við, hann fortaldi, hvussu trupult tað var at ferðast millum bygdir, tá hann var í yngri árum. Jú [...] gólvinum var í juli mánaða og tá var hann á fótum, men hann læt einki at. Hann segði, at hann tók bara ein dag í senn og at alt stendur í Harrans hondum og hann setti sítt álit á hann. Og til tín Margit, tú