Minningarorð um Hartvig Hansen

Grækarismessa ber boð um, at nú stundar móti várinum og ljósari tíðum. Tjaldrið er, eftir at hava verið burtur í øðrum londum, komið aftur til landið.
Hendan sama dagin, á Grækarismessu í 2011, held­ur Starvsmannafelagið sín 50’unda aðalfund, og há­tíðar­heldur tey farnu fimti árini. Fólk líta aftur um bak, og við góðum treysti seta út í kortið framtíðar avbjóðingar. Felagið stevnir móti nýggjum málum.
Bert tveir dagar eftir frættu vit at Hartvig Hansen fyrrverandi formaður felag­sins, var deyður bert 68 ára gamal, eftir at sjúka hevði gjørt um seg.
Hartvig var ættaður úr suðurjútlandi í Danmark og kom hann til Føroya longu sum 19 ára gamal, sendur í her­tænastu á hesum fjar­skotnu oyggjunum.
Eins og tjøldrini knýtti Hartvig seg at Føroyum. Bleiv giftur við Bettu og kom soleiðis í samband við familju við sterkum kenslum til landið. Hann og konan fingu 3 børn, Dianu, Petur Olaf og Annu Malenu og nú hann doyði eru eisini fýra abbabørn løgst til.
Hartvig kom at starvast á einum av størstu arbeiðs­plássum í Føroyum, Lands­­sjúkrahúsinum, og starv­aðist hann har á maskin­verk­stað­num. Nógv var at takast við og mong vóru fólkini hann kom at umgangast.
Í síni frítíð hevði hann sera stóra áhuga fyri badminton. Longu tíðliga varð hann støðu­fastur partur av Havnar Badmintonfelag og harvið eisini undangongumaður í Badmintonsambandinum. Í hesum felagslívinum var hann, saman við øðrum, drívkraftin til at menna hesa ítrótt og stuðlaði ungum til leik, bæði herheima og uttanlands.
Tá Hartvig seinni flutti til Vestmanna lá hann ikki á boðunum. Síðst í 80’unum vóru tikin stig til badminton í bygdini, men stígur var komin í hesa ítróttina. Tá Hartvig gjørdi eina roynd at fáa lív aftur í hesa ítróttina í 1995 eyðnaðist tað so mikið væl, at hendan greinin nú er ein stórur partur av virk­seminum í sigursvanda ítróttarfelagnum í Vest­manna VÍF.
Hartvig hevði stóran alsk til ítrótt og felagslív og var ikki bangin fyri at taka arbeiði uppá seg. Og tað var ikki bert badminton, ið hann dugnaði við arbeiðsorku síni. Í fleiri ár var hann eisini formaður í Ungdóms- og Menningardeildini hjá ÍSF. Henda deildin skipaði millum annað fyri útbúgving av ítróttaleiðarum og –venjarum á so breiðum grundarlagi sum gjørligt, soleiðis at øll ítróttafólk í Føroyum, hvørja ítróttagrein tey so enn íðk­aðu, kundu fáa nakað burtur úr útbúgvingini.
Tað er ikki uttan orsøk, at nevnt verður um afturkomu tjaldursins. Tjaldrið hevur vælkendar eginleikar, sum vit føroyingar meta høgt - nevniliga hjálpsemi og dirvi.
Hartvig vildi vera við, har hann kundi stuðla og hjálpa og til tað krevjast eginleikar tjaldursins.
Soleiðis kom Hartvig eis­ini inn í felagsarbeiði hjá Starvsmannafelagnum og kom hann í 80´unum í nevnd felagsins og gjørdist í 1990 formaður felagsins.
Aftaná glæsiligar tíðir í 80’unum, gjørdist alsamt trengri og trengri fíggjarliga í Føroyum. Arbeiðsloysi var vaksandi og korini hjá løntakarunum eru nú so hættis­lig, at stig verða tikin til at fáa setta á stovn arbeiðs­loysisskipan. Hartvig var í sínum eginleika av at vera formaður í størsta almenna fakfelagnum valdur í nevndina sum skuldi standa fyri hesum arbeiðinum sum var upprunin til arbeiðs­loysisskipanina, soleiðis sum vit kenna til hana í dag.
Avbjóðingarnar vóru nógv­ar og mangan leikaði hart á. Hartvig’sa støðufesti og týdningurin av, at her mátti bera á mál, var ógvuliga frammarliga í hansara luti í hesum arbeiði. Hóast skip­anin stóð fyri mongum brota­sjógvi eisini eftir skipanina av ALS, so kunnu vit fegnast um og takka fyri, at skipanin í dag virkar.
Vit vita, at Hartvig’sa partur ikki lá eftir og hansara tráan eftir at verja og hjálpa teimum, sum vóru komin illa fyri, lá fremst í huganum. Bæði sum nevndarlimur og sum formaður Starvs­manna­felagsins gjørdi hann tað ítasta fyri at vinna limunum rættindi og kom hann bæði saman við øðrum og seinni sum formaður at standa fyri samráðingum.
Hartvig var vertskaps­maður og heldur ikki við slík høvi lá hansara partur eftir.
Umframt at hava stóran áhuga fyri felagslívi innan ítrótt og fakfelagsarbeiði, so hevði Hartvig áhuga fyri bátum og sigling. Hann keypti sær síðst í 80’unum bát úr Danmark, sum hann seinni sigldi heim til Føroya og eftir at hann og Bente fluttu til Danmarkar síðst í 90’unum, helt hann fram við siglingini.
Alt sítt vaksna lív búleik­aðist hann her á klettunum, men eftir 36 ár flutti hann aftur til Danmarkar, har hann starvaðist sum tekniskur leiðari hjá hotelketuni Scandia í Kolding og har á leið.
Hartvig hevði stóran alsk til Føroyar og kendi seg náttúrliga knýttan at land­inum og verður hann eisini grivin í Føroyum.
Vit sum kendu Hartvig, kunnu takka honum fyri hansara dirvi og hjálpsemi. Orð eru fátøk og kunnu ikki lýsa felagsmannin Hart­vig, men tað er við virðing at vit minnast hann og virki hansara. Tankar og sam­kensla okkara leita til tykk­um, sum sita eftir.
-----------
Jákup Danielsen