strongdi á fyri at fáa grunnin orsakað av, at stovnarnir á tí økinum vórðu serliga hart raktir fíggjarliga av barnsburðarfarloyvum. Endamálið við barnsburðargrunninum er sostatt at forða fyri, at ávísir stovnar [...] inum, sum var tá. Møguliga eigur hetta at broytast. Føroya Arbeiðsgevarafelag er fyri, at ein barnsburðargrunnur verður settur á stovn, men sæð í ljósinum av, at útreiðslurnar hjá virkunum eru hækkaðar [...] Bæði feløgini eru av tí áskoðan, at tíðin er búgvin til, at karmarnir rundan um barnsburð verða viðgjørdir fyri arbeiðsmarknaðin sum heild. Tað almenna hevur í dag ein barnsburðargrunn, sum varð settur
sum man ikki tordi at hyggja at, tað hevði so lítið virði, at tað var ikki hyggjandi at. Tað, ið meg argaði mest, var hansara háðan móti »eysturoyingum«. Hesin maður var boðsendur at taka ímóti eini sømdargávu [...] klára seg væl, so hon er einki at gera gjøldur burtur úr. Nei, skalt tú tosa um tjóðskap og loysing og at ráða sær sjálvum, so skalt tú hava danska løn, danska konu og ikki um at tala danska pensión, tá kanst [...] 150.000 kr., fyri hvat? Var tað fyri at verða tjóðskaparsinnaður, ella sum føroyingur í útlegd ella hvat? Hann hevur so ikki lagt rygg til í Føroyum. Eg haldi, at Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, mátti
løgreglan í Havn boð um at ein bilur var farin á sjógv við Kongabrúnna og teir fóru beina leið á staðið. Har gjørdist rættuliga skjótt greitt, at her var talan um herverk og so var farið at leita eftir eigaramanninum [...] brádliga at brenna. Hvussu eldurin er íkomin veit løgreglan enn ikki at siga frá, men eins og vanligt er varð bilurin - ella tað sum var eftir av honum - koyrdur niðan á Bileftirlitið, har menn fara at kanna [...] kanna orsøkina. Støðleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur tó, at teir hava mistanka til at eldskipanin í bilinum er orsøkin til eldsbrunan og at talan var um eitt skammlop í skipanini aftanfyri róðurstammuna
tað eydnaðist at fáa ávirkan, men tíðiliga kom til sjóndar, at hetta ikki var rætta leiðin at ganga. Eitt samstarv millum ein politiskan flokk og millum fakrørsluna er sjálvandi treytað av, at viljin til [...] stríðið tykist kólnað. Tað er at fegnast um, at stig nú verða tikin til tess at fáa samband millum fakrørsluna og Javnaðarflokkin. Tað ber eisini boð um politiska búning, at tað er flokkurin, sum rættir [...] sjálvsagt og so nátúrligt, at ein javnaðarflokkur og fakrørslan samstarva. Men kinkur kom í hetta samstarv - og endin var, at nøkur fakfelagsfólk tóku seg saman í flokk fyri á tann hátt at fáa ávirkan á landsins
liðug um nakrar vikur. HB arbeiðir við at finna eitt pláss til Hans Fróða Hansen, sum skal burtur at royndarvenja í heyst, og tað ljóðar framvegis, at Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg skulu aftur til Watford [...] umframt at heilsa uppá Julian Johnsson eisini skal royndarvenja. Men sum sagt, so kemur John Petersen aftur til Føroya og B36 í komandi viku, og tað merkir so, at hann undir ongum umstøðum fer at spæla í [...] viku, vóru seks spælarar, sum fáa pengar fyri at spæla fótbólt uttanlanda (umframt Símun Eliasen, sum er amatørur í Aarhus Fremad), og tað ljóðar frá, at fleiri skulu avstað, tá landskappingin verður liðug
er, at hetta kortini ikki merkir, at vit ikki skulu gera broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, tí tað skulu vit gera. Men landsstýrissamgongan eigur bara at hava í huga, at eisini eigur at verða [...] nyttar einki at gráta yvir spiltu mjólkini - og tað nýtist honum heldur ikki. Tað verður júst Javnaðarflokkurin, ið fer at gera av, hvørja lagnu fullveldisætlanirnar hjá samgonguni fara at fáa. Her eigur [...] við alt løgtingið um, sæð burtur frá Sambandsflokkinum. Og tað er hesa leið, vit eiga at ganga - tí vit eiga ikki at endurtaka mistøk frá farnum tíðum. Hinvegin standa aðrar stórar avbjóðingar samgonguni
n. ? Eg haldi, at hatta er eitt sindur klossut lagt upp, tí tað kann als ikki koma upp á tal, at vit fara at leggja saman við Leirvík og Fuglafirði - tí endamálið má sjálvandi vera, at vit gerast ein størri [...] tvær kommunur. Velur Gøtu kommuna at leggja saman við Fuglafirði og Leirvík, so kunnu hesar tríggjar kommunurnar leggja saman í eina. Men velur Gøtu kommuna hinvegin at leggja saman við Runavíkar kommunu [...] Gøtu. Jógvan Gregersen heldur, at sjálvandi skal øll Eysturoyggin sum hon er (við ella uttan bygdirnar í Sundalagnum) vera ein kommuna, tí endamálið má sjálvandi vera at kunna kappast við Havnina, sum
teimum ymsu »ølklubbunum«, sum í Havn. Tá var sniðurstøðan, at har var gott skil á og at væl var ansað eftir at lógir og reglur vóru hildnar. Men at øði spinnur í onkran hissini gest kunnu starvsfólkini neyvan [...] Løgreglan í Havn hevur havt nóg mikið at síggja til seinastu dagarnar. Ikki tí at tað hevur verið so nógv meir enn vanligt, men tó, enn eru onkrir, sum hava hug at vísa hvør dugur er í teimum tá tað um [...] maðurin var komin so illa fyri, at hann endaði á sjúkrahúsinum. Tann álopni hevur meldað málið til løgregluna og haðani verður sagt, at teir vita hvørjir persónarnir eru og at teir verða avhoyrdir ein av
okkara í 1993) - nei! Aftaná at hava hoyrt landsstýrismann og kvinnu (sum enntá váttaði, at hon eingi hagtøl hevði at grunda sínar pástandir og tøl á), uppdagar formaðurin, at hann hevur verið ov bláoygdur [...] tá hann trúði okkum, ið vildu vera við at uppskotini einki fóru at kosta. Hvussu bláoygdur kann man vera, og hvussu vánaligt nevndararbeiði kann man loyva sær at lata úr hondum? Jenis av Rana, løgtingsmaður [...] hvussu ræðuligar fylgir tað fer at fáa, um løgtingið ber aftur til fólkið tað, sum løgtingið læti fyri 6 árum síðani. Vórðu hini boðin á fund, tey, ið vildu vera við, at avtøka av karensdøgunum einki kostaði
Skal ognarskattur setast á? 4. Skulu kona og maður út at arbeiða 14-16 tímar pr. døgn, fyri at hava sama peningastøði, sum í dag? 5. Veit Høgni H. at Ísland verður kallað »Singapore Norðursins« vegna lága [...] uppá, hvussu samgongan ætlar at fíggja eitt føroyskt sjálvstýri og helst á ein hátt, at vanligt fólk skilir, hvat tú tosar um. - Tað eiga føroyingar krav uppá. Minst til at Føroyar, er ikki títt privatríkið [...] Høgni, hví brúkar blint fólk stav? Jú, til at vita um tað er gjørligt at ganga eina ella aðra gøtu. T.v.s. at føla seg fram. Høgni - fá tær stav. Robert Robertson