Løgreglan í Havn hevur havt nóg mikið at síggja til seinastu dagarnar. Ikki tí at tað hevur verið so nógv meir enn vanligt, men tó, enn eru onkrir, sum hava hug at vísa hvør dugur er í teimum tá tað um bardaga umræður.
Tað er nevniliga so at løgreglan í høvuðsstaðnum hevur fingið tvær fráboðanir um harðskap í vikuskiftinum.
Náttina til leygardagin var áfast í miðbýnum. Hvør orsøkin var er ikki greitt, men sum løgreglan hevur skilt, so vóru nakrir menn farnir upp at kjakast um eitthvørt.
Og orð økst av orðið og áðrenn nakar vardi var áfast. Eitt sindur ójavnt var tað vist eisini, tí teir vóru fýra móti einum, sigur løgreglan.
Tað hevur óivað gingið eitt sindur ógvusliga fyri seg, tí tann eini maðurin var komin so illa fyri, at hann endaði á sjúkrahúsinum.
Tann álopni hevur meldað málið til løgregluna og haðani verður sagt, at teir vita hvørjir persónarnir eru og at teir verða avhoyrdir ein av allarfyrstu døgunum
Slóg við fløsku
í Kagganum
Fyri einari tíð síðani gjørdi løgreglan kanningar á teimum ymsu »ølklubbunum«, sum í Havn.
Tá var sniðurstøðan, at har var gott skil á og at væl var ansað eftir at lógir og reglur vóru hildnar.
Men at øði spinnur í onkran hissini gest kunnu starvsfólkini neyvan vara seg fyri.
Soleiðis var eisini í Kagganum nakað út á sunnumorgunin. Har var komið til ilnar millum onkrar gestir, og ein teirra hevði í illsinnið tikið eina fløsku og hevði ripað hana í høvdið á tí hann skeldaðist við.
Tað er sjálvsagt lítið mansligt og kann eisini verða lívshættisligt at sláa við fløsku, men tíbetur hendi ikki tann stóri skaðin.
Tilburðurin var meldaður til løgregluna beinanvegin og teir fóru alt fyri eitt á staðið og handtóku álopsmannin.
Hann verður nú ákærdur fyri harðskap.