Bæði feløgini eru av tí áskoðan, at tíðin er búgvin til, at karmarnir rundan um barnsburð verða viðgjørdir fyri arbeiðsmarknaðin sum heild.
Tað almenna hevur í dag ein barnsburðargrunn, sum varð settur á stovn 1. januar 1996. Hesin var partur av semjuni millum landsstýrið og tey 20 fakfeløguni í 1995. Tað var serliga Føroya Pedagogfelag, sum strongdi á fyri at fáa grunnin orsakað av, at stovnarnir á tí økinum vórðu serliga hart raktir fíggjarliga av barnsburðarfarloyvum.
Endamálið við barnsburðargrunninum er sostatt at forða fyri, at ávísir stovnar verða serliga hart raktir fíggjarliga, tá ið kvinnur fara í barnsburðarfarloyvið. Við grunninum fer ein fíggjarlig umfordeiling fram, har stovnar við nógvum monnum rinda til stovnar, har nógvar kvinnur eru, sum fara í barnsburðarfarloyvið.
Stovnsetanin av barnsburðargrunninum var útreiðsluneutral fyri landskassan. Barnsburðar-grunnurin varð fíggjaður við, at 0,8 % av lønarpartinum hjá stovnunum varð fluttur til eina konto á fíggjarlógini. Var ein stórur partur av lønini løn til tímalønt, varð hesin ikki tikin við í tey 0,8% við tað, at tey tímaløntu sambært sáttmála ikki hava rætt til barnsburðarfarloyvið við løn.
Stovnurin rindar í fyrsta umfari løn til kvinnuna í barnsburðarfarloyvi og møguliga til ein avloysara. Stovnurin fær endurrindaðar útreiðslur til avloysaran, og ikki til kvinnuna sjálva. Hetta varð gjørt orsakað av tí stóra arbeiðsloysinum, sum var tá. Møguliga eigur hetta at broytast.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er fyri, at ein barnsburðargrunnur verður settur á stovn, men sæð í ljósinum av, at útreiðslurnar hjá virkunum eru hækkaðar munandi í ár við lønarhækkingum v. m., metir Føroya Arbeiðsgevarafelag, at man má verða varin við at áleggja vinnuni fleiri útreiðslur.
Kvinnur, sum ikki sambært sáttmála ella avtalu hava rætt til barnsburðarfarloyvið við løn, fáa dagpening sambært dagpeningalógini í 24 vikur eftir føðing. Dagpeningurin er í mesta lagi 80 % av eini arbeiðaraløn.