Eysturoy ein kommuna

? Skal nøkur meining vera í at leggja kommunurnar saman, so skulu tær leggjast saman soleiðis, at tað verða størri eindir.

Hetta sigur Jógvan Gregersen, sum er borgarstjóri Gøtu kommunu. Gøtu kommuna er júst tann kommunan, sum sambært kommunuálitinum skal gera av, um Eysturoyggin skal skipast í eina ella tvær kommunur. Velur Gøtu kommuna at leggja saman við Fuglafirði og Leirvík, so kunnu hesar tríggjar kommunurnar leggja saman í eina. Men velur Gøtu kommuna hinvegin at leggja saman við Runavíkar kommunu, so skulu Fuglafirðar og Leirvíkar kommunur fylgja við, sigur Kommunubólkurin.

? Eg haldi, at hatta er eitt sindur klossut lagt upp, tí tað kann als ikki koma upp á tal, at vit fara at leggja saman við Leirvík og Fuglafirði - tí endamálið má sjálvandi vera, at vit gerast ein størri kommuna. Saman við hasum báðum bygdunum, so vera vit ikki størri, enn Runarvíkar kommuna er í dag, heldur borgarstjórin í Gøtu.

Jógvan Gregersen heldur, at sjálvandi skal øll Eysturoyggin sum hon er (við ella uttan bygdirnar í Sundalagnum) vera ein kommuna, tí endamálið má sjálvandi vera at kunna kappast við Havnina, sum hann tekur til.

Um ikki kommunurnar verða lagdar saman beinanvegin, so heldur Jógvan Gregersen, at byrjað kundi verið við at ávís øki vóru lagd út til eitt nú eina felagskommunu, so kommunurnar eitt nú kundu havt verkfrøðingar o. o. fakfólk í felag.

Jógvan Gregersen skilir væl tey í smærru kommunum, sum eru í iva.

? Smærru plássi verða ikki betur fyri av hesum. Verða sjey kommunur, so fáa vit eisini sjey »høvuðsstaðir« - skilt á tann hátt, at fólkið fer at flyta móti størra plássinum í kommununi - og kanska seinni til miðstaðarkommunurnar, heldur hann.

Men Gøtu kommuna hevur ikki viðgjørt Kommunuálitið enn - og tann nýggja kommunan hevur heldur ikki verið í samráðingum um samanlegging.

? Vit taka tað róligt, og vit ætla ikki at loypa á leistum, sigur Jógvan Gregersen.