Føroysku spælararnir, sum royna seg í útlendskum fótbólti fjølgast. Í landsliðshópinum, sum var savnaður í síðstu viku, vóru seks spælarar, sum fáa pengar fyri at spæla fótbólt uttanlanda (umframt Símun Eliasen, sum er amatørur í Aarhus Fremad), og tað ljóðar frá, at fleiri skulu avstað, tá landskappingin verður liðug um nakrar vikur.
HB arbeiðir við at finna eitt pláss til Hans Fróða Hansen, sum skal burtur at royndarvenja í heyst, og tað ljóðar framvegis, at Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg skulu aftur til Watford í Onglandi.
Í fleiri ár hevur aftur og aftur ljóðað, at John Petersen hevur verið upp á tal í feløgum aðra staðni í Europa, t.d. var eitt sveitiskt felag inni í myndini, tá hann spældi í GÍ, men tað er ongantíð vorðið til meiri enn prát.
Men nú tykist størri álvari at vera í. John Petersen fór av landinum í fyrradagin. Hann er leikbannaður í landskappingini komandi vikuskifti, og so er avrátt, at tíðin skal brúkast í Noregi, har B36 maðurin skal vísa, hvør dugur er í honum. John Petersen kemur aftur til Føroya hósdagin í komandi viku, og inntil tá skal hann royndarvenja í kenda Stavanger felagnum Bryne, og so skal hann eisini til Kongsvinger, har hann umframt at heilsa uppá Julian Johnsson eisini skal royndarvenja.
Men sum sagt, so kemur John Petersen aftur til Føroya og B36 í komandi viku, og tað merkir so, at hann undir ongum umstøðum fer at spæla í nøkrum øðrum felagi fyrr enn landsliðsferðin til Letlands og Skotlands verður av um miðjan oktober.
Tað er Nordplayer, sum hevur Jákup í Stórustovu sum umboðsmann í Føroyum, ið hevur skipað fyri, at John Petersen nú hevur fingið møguleikan at royndarvenja við Bryna og Kongsvinger.