endamáls at fjala veruleikan og at rura okkum í øll í blund, so at onki skal henda og tey somu skulu ráða í Føroyum: Danmark og teir sterkastu valdsbólkarnir í Føroyum. Tann stóri sjónleikurin Fari tí at loyva [...] loyva mær at lýsa veruleikan, sum hann er: Landsstýrisflokkarnir í Føroyum og tey føroysku fólkatingsumboðini kappast um at bidda um ymsar peningaveitingar frá Danmark, ið tey vilja brúka til at verða afturvald [...] donsku stjórnini og gera alt fyri at fjala tey veruligu og mótstríðandi áhugamálini. Og gera alt fyri at taka av dagsskránni teir ríku og stóru møguleikar, ið vit hava fyri at samstarva og menna okkum sum
annað skrivar, at “ okkara fremsta mál ... [er] at lætta um hjá fólki ”. Hetta eru føgur orð, men so er eisini týdningarmikið at hava gerðir aftan fyri síni orð, og tað er júst her, at flokkurin hjá sama [...] in blívur við at føra fram, og so veit eg ikki, um endamálið hjá býráðsliminum er at endurtaka sínar ógrundaðu pástandir í teirri vón, at teir við tí gerast sannleiki. Tað harmar meg at gera hetta fyri [...] bukk” um enn eina týðandi upplýsing við at "gloyma", at Klaksvíkar býráð stutt áðrenn ársskiftið í 2012 samtykti at yvirtaka KÍ-høllina og Badmintonhøllina og harvið at økja um lántøkuna hjá kommununi. Hesi
sama evnið: “At tosa um katastrofur og vanlukkur í hesum sambandi hevur einki við dagsins veruleika at gera.” Løgmaður helt, at fjølmiðlarnir gera alt ov nógv av, og hann fegnaðist um, at vit standa okkum [...] Føroyum. Innanfyri nakrar fáar sólarringar fekk tjóðin altso at vita frá nummar eitt og nummar tvey í samgonguni, at fráflytingin er steðgað, og at hesin trupulleikin er púrasta yvirdrivin. Fráflytingin stendur [...] roynir Jørgen at vera bjartskygdur, men hetta evnið er alt ov álvarsamt til slíkt populistiskt møsn. Tann stóra myndin er at kalla óbroytt. Síðani 2004 hevur fráflytingin verið so stór, at hon gloypir
hevur nú lært at Pól Jóhannus er ein vinstri vongur. At Sonni Ragnar er ein framtíðar spælari. At Páll Klettskarð er um at verða klárur til at byrja inni fyri landsliðið (málini mangla). At ein miðvøllur [...] bakslag. At tað má uppbakningur á Rógva Baldvinsson um hann fer fram við bóltinum. At Hallur Hansson mennist í hvørjum. At Christian R. Mouritsen og Heini Vatnsdal hava nógv at geva landsliðnum, men at Lars [...] bóltin. Síðani gongur so skjótt, at vit ikki klára at fylgja við. Tað endar við at Michael Mifsud ov lættliga dregur framvið tveimum føroyskum verjuspælarum, sum ikki klára at verja fyri, hóast Erling Jacobsen
skal undir at fáa útisetarnar heim eftir loknan lestur, men hann leggur tó dent á, at okkurt má gerast, so vit klára at kappast við grannalondini um útbúnu arbeiðsmegina.?- Tað er greitt, at um hini londini [...] allar útbúgvingar kunnu brúkast, tí langar útbúgvingar eru oftast soleiðis skikkaðar, at tær geva førleikar skjótt at seta seg inn í nýggj viðurskifti og eisini loysa uppgávur á øðrum økjum, enn tær á pappírinum [...] arbeiðsmarknaðinum tíverri ikki. Nýútbúnir føroyingar standa ikki í bíðirøð at koma heimaftur, og fyritøkurnar standa heldur ikki í bíðirøð at taka ímóti teimum.?Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til tað, men ein
okkum hevur tað stóran týdning at verða væl móttikin. Tí gera vit eisini nógv burtur úr, at lokalsamfeløgini kenna seg væl av, at vit eru har. - Lykilin til, at hetta skal eydnast, er eitt gott [...] slagi at blóma, soleiðis at undirveiting í dag er størsta útflutningsvinna har næst eftir kolvetnisframleiðsluni, sigur Rúni M. Hansen. Hann vísir á, at Statoil eisini er við í fremstu røð at granska [...] váttar, at talan er um eitt sera stórt og kostnaðarmikið leitiátak, sum verður gjørt á føroyska landgrunninum í ár. - Tað er greitt, at vit høvdu ikki gjørt hetta, um vit ikki høvdu vónir um at finna
Føroya undir at bera skeiv tíðindi, hava vit roynt at samskift við aðalstjóran á Almannamálaráðum. Hann kann ikki vísa á, at nøkur fakta í Degi & Viku vóru skeiv, men sigur, at Almannamálaráðið [...] pressa. Vit halda, at tað er sera óheppið, at eitt aðalráð, ið eigur at vera leyst av politisku skipanini, ger seg til talirør fyri eitt so ógrundað álop á fjølmiðlarnar sum hetta. Og at Annika Olsen, la [...] vinnan fram undir, at tað eru leiðslurnar, sum ikki syrgja fyri, at peningurin, sum er játtaður til eldraøkið, kemur út til borgaran. Óbeinleiðis kundi hetta tulkast sum ein atfinning mótvegis leiðsluni
Niclasen niður at nema sær útbúgving í Danmark. Í 1987 flutti hann so til Havnar at búgva, har hann hevur havt gullsmiðjuna "Gullhornið" í nógv ár. Í Havn byrjaði hann skjótt at leggja merki til, at handlar oyðslaðu [...] bensinstøð í Havn. - Ein eldri drongur var í ferð við at plága ein yngri drong. Eingin av teimum vaksnu í bensinstøðini talaði at. Eg vendi mær við og sá, at eldri drongurin hevði tikið húgvuna hjá tí yngra [...] tosa um at gera alt møguligt, skulu teir eisini fremja tað í verki, sigur hann. Sjálvur vil Leif Erik ikki taka nakra æru fyri sítt sjálvbodna arbeiði. - Eg vil ikki siga, at eg eri stoltur av, at tað eri
barngóður. Tað er í stóran mun honum at takka, at familjubondini eru so sterk. Hesum eru vit tær óendaliga takksom fyri, Poul. Poul var so livandi at tað er ilt at fata, at hann ikki er her meir. Eitt engagerað [...] Vit vuksu upp við, at tá eyðkenda røddin hoyrdist í telefonini um hoyboð, var frægast at sleppa tí vit høvdu í hondunum, tí nú skuldi maður av húsum út á Trøðna at hoyggja. Hann plagdi at lokka okkum ungu [...] ungu gentur við at man fekk so serlliga vakra húð av at hoyggja! Og løturnar í hoyna endaðu altíð við at vera stuttligar og hugnaligar - sjáldan vóru vit undir 15-20 fólk, tí væl var rikið. Og har gekk hann
samfelagi, og gevur teimum høvi at taka ábyrgd og fáa ávirkan á egnan skúladag. Tað kann hugsast, at eitt næmingaráð kann koma at krevja fíggjarligt íkast fyri at kunna gera okkurt munagott fyri skúlan [...] 19. oktober aftur á Klaksvíkar kommunu um at finna loysnir á ferðslutrupulleikunum beinanvegin. Skúlastýrið fær svar, at málið krevur tvær býráðsviðgerðir, og at tann næsta verður um eina viku, sum vit væntandi [...] í býráðið, vil eg arbeiða fyri, at játtanin til skúlaskap verður nøktandi fyri hvønn einstakan næming, soleiðis at tann við serligum tørvi eisini far bestu umstøður at virka undir og mennast. Næmingaráð