”Bæði føroyska vinnan og samfelagið hava brúk fyri tykkum. Velji Føroyar!”?Soleiðis endaði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, røðu sína, tá hann 30. desember setti Jobmatch 2013.?Hetta kundi hann siga uttan at rodna, tí Bakkafrost er væl fyri og millum tær fremstu fyritøkurnar, tá tað snýr seg um arbeiðsútboð til vælútbúnar føroyingar. ?Bakkafrost-samtakið er størsta privata arbeiðsplássið í landinum og helst eisini hitt ríkasta ella kapitalsterkasta – á landi í øllum førum. Og fyritøkan hevur nógv vælútbúgvið fólk í starvi, bæði akademikarar og fólk við miðallangum útbúgvingum.
Øll kunnu brúkast?- Vinnan er vorðin meira kompliserað og somuleiðis avbjóðingarnar hjá starvsfólkunum. Tí hava vit brúk fyri nógvum ymiskum sløgum av útbúgvingum. Næstan allar útbúgvingar kunnu brúkast, tí langar útbúgvingar eru oftast soleiðis skikkaðar, at tær geva førleikar skjótt at seta seg inn í nýggj viðurskifti og eisini loysa uppgávur á øðrum økjum, enn tær á pappírinum eru ætlaðar til, sigur Regin Jacobsen.?Men soleiðis sum umstøðurnar eru á Bakkafrost, er generella støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum tíverri ikki. Nýútbúnir føroyingar standa ikki í bíðirøð at koma heimaftur, og fyritøkurnar standa heldur ikki í bíðirøð at taka ímóti teimum.?Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til tað, men ein orsøk, sum ofta er nevnd hetta seinasta árið, og sum eisini var eitt sentralt punkt á Jobmatch-kjakfundinum seinasta mánakvøld, er, at tað er sera trupult hjá nýútbúnum føroyingum at koma heim og gera seg tøkar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí teir fáa ikki eitt klovið oyra, meðan teir leita sær eftir arbeiði.?Bert fólk, ið koma beinleiðis av arbeiðsmarknaðinum, tí tey er vorðin arbeiðsleys, sleppa í føroysku arbeiðsloysisskipanina, ALS?Í Danmark, til dømis, har flestu føroyingarnir lesa, kappast A-kassarnir í donsku arbeiðsloysisskipanini hinvegin um at fáa tey nýútbúnu sum limir, og treytirnar eru sera lagaligar.?Í panelinum á Jobmatch-kjakfundinum var Árni Olsen, marknaðarleiðari á Bakkafrost, ein teirra, ið talaði fyri at loyva nýútbúnum føroyingum upp í ALS, meðan teir leita sær eftir arbeiði.
?Mugu gera okkurt?Regin Jacobsen er ikki so avgjørdur sum hansara marknaðarleiðari um, júst hvussu stuðlast skal undir at fáa útisetarnar heim eftir loknan lestur, men hann leggur tó dent á, at okkurt má gerast, so vit klára at kappast við grannalondini um útbúnu arbeiðsmegina.?- Tað er greitt, at um hini londini hava skipanir, sum gera liviumstøðurnar har nógv betri enn her, meðan leitað verður eftir arbeiði, so mugu vit gera okkurt við tað. ?- Tað er eitt sindur løgið, at vit syrgja fyri ávísum fyrimunum og stuðlum til tey lesandi, meðan tey lesa, men ikki, tá tey eru ligðug, og stuðulin tá kanska er avgerðandi fyri, um tey koma heim aftur ella ikki. Tak eitt nú Føroya-frádráttin, sum sjálvsagt er sera góður at hava í lestrarárunum, men hann skundar tó ikki undir at flyta heim aftur eftir loknan lesnað, staðfestir Regin Jacobsen.?Við síni stødd og kapitalstyrki er Bakkafrost-samtakið í eini serstøðu í samfelagnum, og fyritøkan hevur eisini eitt heilt kapittul um sosiala ábyrgd í sínum skrivaða virðisgrundarlagi.?Regin Jacobsen heldur tó ikki, at ein fyritøka sum Bakkafrost skal átaka sær stuðulsuppgávur, sum av røttum eiga at vera almennar.?- Vit fáa ógvuliga nógvar umsóknir um stuðul, eisini frá almennum stovnum, og vit veita eisini stuðul til alt millum himmal og jørð. Men eg haldi ikki, at vit skulu blanda tingini saman. Summar uppgávur eiga at loysast av okkum øllum í felag, tað vil siga tí almenna, sigur hann.?
Føroysk útbúgving?Somu støðu hevur stjórin á Bakkafrost, tá tað ræður um at víðka útbúgvingarmøguleikarnar her heima – og tað er tað avgjørt tørvur á, heldur hann.?- Bakkafrost er fyrst og fremst ein alifyritøka, og har kundu vit ynskt okkum eitt nógv betri útboð av føroyskum útbúgvingum, sum eru beinleiðis viðkomandi fyri okkum. Men tað finst ongin føroysk útbúgving, sum miðvíst er ætlað alivinnuni. Tá vit søkja eftir fólki at arbeiða í sjálvari alingini, eru tað ofta sjófólk, vit seta. Teirra royndir eru nógv verdar, men vit mangla serútbúgvingar innan aling.?- Vit syrgja sjálv fyri at eftirútbúgva okkara fólk, so tey fáa neyðugu førleikarnar, men tað má vera ein almenn uppgáva at skipa og bjóða út rættiligar útbúgvingar á hesum økinum og øðrum økjum við. Vit kunnu sjálvsagt stuðla undir við okkara servitan og vera tøk, tá brúk er fyri tí. Tað eru vit longu frammanundan, tí vit taka fegin ímóti lesandi, sum biðja um at sleppa at gera verkætlanir eitt nú í sambandi við serritgerðir ella phd-ritgerðir hjá okkum og í samstarvi við okkum, sigur stjórin í Bakkafrost.?Hugskotini og uppskotini um, hvussu vit fáa vent skeivu gongdini í fólkagrundarlagnum, og serliga, hvussu vit fáa ungu føroyingarnar heim aftur eftir loknan lesnað, eru mong og ymisk. Men Regin Jacobsen leggur dent á, at tað hevur alstóran týdning ongantíð at missa einføldu, men grundleggjandi fortreytirnar úr eygsjón.?- Afturat væl virkandi samfelagskørmum, so er tað eitt sunt vinnuív, ið veruliga hevur týdning og er avgerandi fyri bæði at fáa okkara vælútbúnu ungu fólk heim aftur og fyri at skapa grundarlag fyri fleiri viðkomandi føroyskum útbúgvingum, sigur hann.