Tað var greitt undan dystinum, at Lars Olsen fór at royna nøkur nýggj ting. Páll Klettskarð og Klæmint Olsen byrjaðu inni í álopinum, meðan Pól Jóhannus Justinussen varð fluttur í miðverjuna. Á vinstra bakki fekk Erling Jacobsen úr Víkingi møguleikan, meðan Heini Vatnsdal og Hallur Hansson byrjaðu á miðjuni.
3-0 til Malta
Føroyska liðið tapur fyrra hálvleik 3-0. Tað er ikki munurin á liðnum, men Malta tekur av sínum møguleikum. Teir kunnu enntá koma upp á 4-0 um væl vil. Hinvegin, so kundu vit fingið tvey mál, eftir góð álop.
Tvey av málunum er feilir frá okkara síðu. Tað er ilt at siga, um Gunnar Nielsen skal bjarga málinum til 1-0. Talan er um skot úr fleiri enn 30 metrum. Í so máta skal hann helst fáa hondina á, men sjónvarpsupptøkurnar geva onga ábending um bólturin eitt nú leitar undan Gunnari, ella hvussu útsýnið er hjá málverjanum er.
Málið til 2-0 er týpiskt fyri Føroyar. Vit fara í álop og missa bóltin. Síðani gongur so skjótt, at vit ikki klára at fylgja við. Tað endar við at Michael Mifsud ov lættliga dregur framvið tveimum føroyskum verjuspælarum, sum ikki klára at verja fyri, hóast Erling Jacobsen tykist verða í góðari støðu.
Málið til 3-0 er vánaligt føroyskt verjuspælt. Fyrst missur Rógvi Baldvinsson ein óneyðugan bólt upp á miðvøllinum. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, har álopssinnaði miðverjin kemur fram við. Tað er ein trupulleiki, tá tað miseydnast, men tað er eisini ein loysn, sum kann skapa nógv. Millum annað skorar hann eisini í dystinum, har hann hevur dirvið at koma fram á vøllin og bjóða av.
Tað endar við hornasparkið, sum verður tikið stutt. Síðani slær Jónas Tór Næs frá og Malta spælir bóltin innum og so frá baklinjuni í høgru inn fyri til ein púra leysan Jonathan Caruana, sum lættliga kann skora. Millum annað Heini Vatnsdal og aðrir standa bara og hyggja. Ikki nóg gott.
Páll vil hava plássið
Í fyrra hálvleiki skuldi føroyska liðið umstilla seg til 4-4-2, í mun til 4-51-1/4-2-3-1 uppstillingina, sum bara hevur ein áleypara. Bæði Páll Klettskarð og Klæmint Olsen byrjaði inni. Tað gav nakrar spentar støður frammanfyri málið hjá Malta, tí talan er um tveir arbeiðshestar, sum renna eftir øllum.
Í fyrra hálvleiki kom Páll væl frá síni uppgávu og kundi fingið upp til tvey mál. Hann riggar somuleiðis væl í uppspælinum og prógvar í løtuni, at hann er eitt gott boð upp á ein føroyskan landsliðsáleypara. Helst við Christian Lamhauge Holst ella Jóan Símuni Edmundsson sum makkara.
Páll og Klæmint líkjast til eitt vist ov nógv til at byrja inni, men Klæmint vísti seg eisini frá síni góðu síðu, tá hann átti frálíkt upplegg til júst Páll, tá hann sleit seg leysan í høgru og legði bóltin innfyri. Tað er óhugsandi, at teir koma at byrja inni í senn í næstmast framtíð í einum kappingarførum dysti, men heldur verður talan um løtur móti endanum av dystum, tá føroyska liðið skal hava mál.
Páll varð saman við Halli Hansson besti maður á vøllinum.
So trúgvi upp á tað!
Í seinna hálvleiki tekur tað føroyska liðnum ein hálvan tíma at finna útav, at teir faktist kunnu hótta Malta. Sonni Ragnar Nattestad kemur í miðverjuna fyri Pól Jóhannus Justinussen, sum verður skumpaður fram á vinstra vong, har Christian R. Mouritsen verður útskiftur. Tað er ógreitt hví Christian fór út, men hann var mest skapandi spælarin í fyrra hálvleiki. Skaddur kanska?
Pól Jóhannus prógvaði aftur, at hann skal spæla á vinstra vongi. Hann terroriserar høgra bakkin hjá mótstøðuliðnum og skapar órógv. Hann er ikki týpan, sum skal »spæla« fótbólt, men tá styrkin hjá honum verður brúkt rætt, so er hann ein fongur fyri landsliðið. eitt nú vinnur hann liðnum fleiri innkøst og hornaspørk enn nakar annar spælari.
Tað er ikki fyrr enn Hallur Hansson minkar um munin tíggju minuttir fyri tíð, at spælararnir byrja at trúgva upp á at tað ber til. Brádliga leypa teir á við eini ætlan um at skora. Føroyar tapti ikki dystin, tíðin gekk bara undan. Tí hevði dysturin vart í 10 minuttir afturat, so hevði Malta ikki vunnið!
Lars hevur lært
Landsliðsvenjari, Lars Olsen, hevur nú lært at Pól Jóhannus er ein vinstri vongur. At Sonni Ragnar er ein framtíðar spælari. At Páll Klettskarð er um at verða klárur til at byrja inni fyri landsliðið (málini mangla). At ein miðvøllur við tveimum spælarum er eitt sats, sum kann geva bakslag. At tað má uppbakningur á Rógva Baldvinsson um hann fer fram við bóltinum. At Hallur Hansson mennist í hvørjum. At Christian R. Mouritsen og Heini Vatnsdal hava nógv at geva landsliðnum, men at Lars má geva teimum tað seinasta.
Hvat skulu vit við einum landsdysti móti Malta í november. Fáa svar upp á spurningar, sum vit ikki kunnu fáa svar upp á í undankappingardystum. Tað fingu vit!









