um og er nú váttað av Próvstovuni á Námi, ið sendi eitt tíðindaskriv út um tað sama. Trupulleikin var, at forritið í skipanin byggir á, ikki megnaði at svara fyrispurningunum frá teimum umleið 700 næmingunum [...] viðmerkingar til støðuna við landsroyndini, sum enn einaferð sveik í morgun. Hon vil tó siga, at nú skal ein avgerð takast hvørt landsroyndin skal halda fram ella ikki. - Landsroyndin er eitt lógarkrav sambært [...] sambært fólkaskúlalógini. Tí kann eg ikki gera tær broytingar uttan víðari, ið eg kanska kundi hugsa mær. Tað, sum vit tó kunnu gera nú, er at taka málið upp til politiska viðgerð og tosa um landsroyndin skal
hvussu ein lívshættislig sjúka broytir alt og styrkir bandið millum tvey vinfólk, samstundis sum tey rannsaka teirra fatan av kærleika og loyaliteti. Skaldsøgan er skrivað á donskum máli, og hetta er fyrsta [...] age og sorg, sigur Barbara, sum er fødd og uppvaksin í Føroyum, men í dag býr í Keypmannahavn. – Hetta eru kenslur, sum eg haldi, man byrjar at granska og skilja betur, tá man er ungur, og samstundis eru [...] at nú debuttera sum rithøvundur? – Tað er løgið. Eg havi arbeitt upp á hesa søguna í 6 ár, og tað var eitt nýtt upplivilsi at fáa ritstjóra, sniðgeva og rættlesara innyvir. Nú byrji eg at fáa reaktiónir
kann ein burðardygg umsiting og veiða av okkara egnu botnfiskastovnum vaksa um okkara útflutningsvirði við 950 mió. krónum árliga Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri Hitti ein mann nú ein dagin. Hann var rættiliga [...] nýggja skipan fyri fiskivinnuna. Hann vildi vera við, at hetta var ein hóttan ímóti fiskivinnuni og arbeiðsplássunum á sjógvi og landi. Og at ætlanin var at flyta pening og skattakrónur úr vinnuligu plássunum [...] 000 tons av upsa (Hesi tølini eru ikki høgt sett í mun til góð fiskiár). Ómetalig virðir og møguleikar Og grannskoðarvirkið staðfestir, at um hetta eydnast, so fer tað at hava hesa avleiðing, um vit samanbera
Gesturin? á skránni. Ein sera áhugaverd sendirøð, ið hyggjararnir uttan iva eru glaðir um. Sendingin seinasta mánakvøld var einki undantak í so máta. Samrøðan við landslæknan var bæði viðkomandi og áhugaverd [...] sunt, kann ein fyribyrgja nógvum álvarsligum sjúkum. Bara tað at ganga ein hálvan tíma um dagin ? so einfalt kann tað gerast - kann vera heilsu- og sálarbót fyri hvønn av okkum. Tað einasta hetta krevur av [...] ósunnar og ?heilsuskaðiligar? vørur. Hetta er eisini ein sera áhugaverdur spurningur, sum átti at verið tikin upp í tí uppfylgjandi orðaskiftinum. Reyði tráðurin í samrøðuni var, hvussu vit fáa tað fyribyrgjandi
verður avsmurdur. Tað er ikki ein tilvildarligan drong, hann nevnir, men ein sum er líka so nógv uttan fyri felagsskapin sum hann sjálvur. Høgni skákar sær undan við at finna ein, hvørs støða er líka veik [...] fyri haturfuglarnar«. (Her verður orðið haturfuglur brúkt í skeivari merking. Ein haturfuglur er ikki ein, sum happar, men ein, sum verður happaður). Lýsingarnar av tí kroysta Høgna eru frálíkar, hvussu [...] vaksnamannamál fyri: »Tað var av allarfagrasta summarveðri. Ikki eitt skýggj sást á tí fagurbláa himmalinum, ikki eitt lot var, og sólin skein, sterk og klár«. Soleiðis málber ein 13 ára gamal drongur seg
riggar og ger mun, og vit meta at hetta er vegurin fram. Ein møguleiki kundi til dømis verði, at øll 6 ára gomul børn komu á ein stovn sum okkara og gingið í skúlastovu. Ein lærari kundi havt tilknýti til [...] verða so góð sum gjørligt, er tað neyðugt við góðum og konstruktivum samstarvið millum okkum øll. At skunda ein forskúla ígjøgnum politiskt uttan at allur viðkomandi fakligur kunnleiki verður ein partur [...] tey skipaðu arbeiðið. Tó sluppu tey elstu børnini í bólk at gera ymiskt saman ein til tveir fyrrapartar um vikuna, og tað var so tað. Tí skipaðu vit fyri 8 árum síðani fyri at seta á stovn eina stovu til
eisini høvdu væntað. "Start your engines, gentlemen" var ein setningur, sum kom mær til hugs, tá eg snaraði lykilin. On the Road Fyrst trillaðu við ein túr gjøgnum Havnina, men vit vóru skjótir út úr býnum [...] heilsaðir av einum vinarligum hundi. Tað var eisini í Kirkjubø, at fyrsti dropin av kaffi rann í gapið. Tað luktaði brent kring okkum, men var ikki kaffi, sum var vorðið svartari enn gott er. Tað vóru j [...] motorarnar uppaftur og hirdu leiðina móti Velbastaði. Okkara aðalendamál var at taka myndir og fáa ein góðan koyritúr, meðan sólin enn var frammi, og áðrenn regnið kom yvir okkum, sum oraklið í útvarpinum hevði
tí upp at vita, hvat var áfatt. Tá stendur ein lásasmiðjur og borar í lásið til skrivstovuna, sum var fyrireikað til PP. BK hyggur at. Eg spurdi hvat var áfatt, og at soleiðis var ikki rætt at bera seg [...] n, blm.) var ikki samdur við løgmann, segði hann. HS og eg fóru út á gongina, har BK bað lásasmiðin halda fram at bora, meðan eg bað hann steðga til málið var greitt. Sylindarin í lásinum var nú oyðilagt [...] Tinganesi, í teirri fyribilsloysnini, vit gjørdu av at gera. Hetta var tað, sum eg ynskti at fáa lagt á borðið á fundi millum allar tengdar persónar, tá ein slík opin tvístøða, tók seg upp. Tað eydnaðist so ikki
felagið bjóðaði ein tvey ára sáttmála, ið føroyingurin tók av. Eftir ein mánað ella so í nýggja umhvørvinum trívist føroyski landsliðsleikarin væl. - Teir hava dugað sera væl at taka ímóti mær og kenni tað [...] sum eg havi verið partur av hópinum í langa tíð. Hetta er alt sum ein stór familja og er ikki so nógv øðrvísi enn H71, heldur verjuserfrøðingurin fyri. Hetta er kortini eitt yrkisfelag, so okkurt er øðrvísi [...] álopinum. Brandur Halgirsson er eisini glaður um støðið, og hann er vísur í, at hetta fer at hjálpa sær í landsdystum, eins og hann als ikki vísur aftur, at hann kann royna seg á uppaftur hægri støði og
uttan víðari kann loysa hetta. - Men í mínum hugaheimi er hetta ein trupulleiki fyri føroyskan fótbólt. Og tað er ein trupulleiki, sum fótbólturin eisini má viðurkenna. Tað er ein uppgáva, sum FSF, fótb [...] hava. Fyri mítt viðkomandi var dysturin í gjár dropin í so máta, og hetta kann ikki standa ósvarað, sigur hann. - Eg veit væl, at endamálið er, at eg skal missa tamarhaldið á mær sjálvum, og tað er eisini [...] gera nakað við. Sjálvandi kann ein dómari ikki fáa alt við, men allir dystir verða í dag tiknir upp á sjónbandi. Og eins væl og hendingar av øðrum slag kunnu revsast, átti hetta eisini at verið nakað, sum