Fótbóltur
- Sjálvandi eru provokatiónir ein partur av spælinum. Tað er einki óvanligt í, at spælarar illneitast á hvønn annan, men aloftast er hetta gloymt, tá dysturin er farin. Fyri mítt viðkomandi vil eg siga, at dysturin á Eiði í gjár var nógv verri enn vanligt. Men tá tú støðugt upplivir primitiva racismu á vøllinum, fært tú nokk fyrr ella seinni. Og eg havi fingið nokk.
Stórtrívist í Føroyum
Alex José Dos Santos leggur ikki fingrarnar ímillum. Seinastu trý árini hevur vinstrabeinti brasiliumaðurin verið ein av avgjørdu favorittunum hjá B36-viðhaldsfólkunum. Trygt verjuspæl saman við drønandi raidum niðan eftir síðulinjuni seta hann langt upp á listan, tá besti bakkurin í landinum skal finnast, og hann sigur seg eisini stórtrívast í havnarfelagnum.
- Eg havi tað gott við bæði fótbóltinum og í tilveruni annars. Fyri stuttum eri eg byrjaður í starvi á nýggja ítróttarfrítíðarskúlanum, og eg stórtrívist við hesum.
Racisman oyðileggur nógv
Men hann hevur ein stóran trupulleika, tá spælt verður. Stútt og støðugt er hann offur fyri racistiskum viðmerkingum, og hann leggur dent á, at hann langt ífrá er einasti spælarin í so máta.
- Tað er ein trupulleiki, sum allir littir spælarar her á landi hava. Fyri mítt viðkomandi var dysturin í gjár dropin í so máta, og hetta kann ikki standa ósvarað, sigur hann.
- Eg veit væl, at endamálið er, at eg skal missa tamarhaldið á mær sjálvum, og tað er eisini nær við viðhvørt. Sum oftast klári eg tó at halda fokus á spælinum. Ikki minst tí liðfelagarnir í nógvar mátar eru fantastiskir stuðlar. Men tað er sera hart persónliga. Eftir eina slíka uppliving gongur tú jú støðugt og hugsar, hvat tað er, sum gongur fyri seg í høvdunum hjá slíkum fólki. Samstundis royni eg at vera sterkur, soleiðis at familjan í Brasil heldur alt standa væl til. Eg vil jú ikki hava, at tey skulu kenna seg ótrygg, og tí latið eg altíð væl at, tá eg tosi við tey. Men í løtum kann tað vera serstakliga hart, sigur hann.
Viðurkennið trupulleikan
Spurdur, um hann hevur nakra loysn upp á trupulleikan, sigur Alex, at sjálvandi er einki gandaorð, sum uttan víðari kann loysa hetta.
- Men í mínum hugaheimi er hetta ein trupulleiki fyri føroyskan fótbólt. Og tað er ein trupulleiki, sum fótbólturin eisini má viðurkenna. Tað er ein uppgáva, sum FSF, fótbóltsfeløgini sjálvi og ikki minst dómararnir mugu viðurkenna. Og royna at gera nakað við. Sjálvandi kann ein dómari ikki fáa alt við, men allir dystir verða í dag tiknir upp á sjónbandi. Og eins væl og hendingar av øðrum slag kunnu revsast, átti hetta eisini at verið nakað, sum ansað verður eftir, sigur Alex.










