Talan er um eina ungdómsskaldssøgu, ið fer fram í Føroyum og snýr seg um vinarlagið millum Brim og Ester. Heimur teirra kollveltist, tá Ester finnur útav, at hon er sjúk við krabbameini.
”Stormens vuggevise” kannar sostatt, hvussu ein lívshættislig sjúka broytir alt og styrkir bandið millum tvey vinfólk, samstundis sum tey rannsaka teirra fatan av kærleika og loyaliteti.
Skaldsøgan er skrivað á donskum máli, og hetta er fyrsta skaldsøga hjá Barbaru Beatrice Davidsen.
– Stormens vuggevise kann lýsast við fimm orðum: Vinalag, forelskilsi, ábyrgd, coming-of-age og sorg, sigur Barbara, sum er fødd og uppvaksin í Føroyum, men í dag býr í Keypmannahavn.
– Hetta eru kenslur, sum eg haldi, man byrjar at granska og skilja betur, tá man er ungur, og samstundis eru týðandi fyri eldra málbólkin. Mítt ynski er, at bæði ung og gomul vilja lesa mína bók, sigur hon.
Hvussu følist tað at nú debuttera sum rithøvundur?
– Tað er løgið. Eg havi arbeitt upp á hesa søguna í 6 ár, og tað var eitt nýtt upplivilsi at fáa ritstjóra, sniðgeva og rættlesara innyvir. Nú byrji eg at fáa reaktiónir uppá bókina, sum annars hevur verið eitt persónligt projekt, sum eisini er viðkvæmt, av tí at tað snýr seg um álvarsom evnir, ið liggja mær nær, sum til dømis sjúka og religión.
– Men reaktiónirnar hava tíbetur verið sera góðar inntil víðari, og eg vóni, at lesararnir fara at taka væl ímóti søguni, sigur ungi rithøvundurin.
##med2##
Les longri samrøðu við Barbaru í Sosialinum.














