Landsroyndirnar í ár eru nú avlýstar. Tað hevur landsstýriskvinnan í mentamálum givið boð um og er nú váttað av Próvstovuni á Námi, ið sendi eitt tíðindaskriv út um tað sama.
Trupulleikin var, at forritið í skipanin byggir á, ikki megnaði at svara fyrispurningunum frá teimum umleið 700 næmingunum, ið skuldi til roynd í morgun.
Skulu taka upp um landsroynd skal verða lógarkrav
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til støðuna við landsroyndini, sum enn einaferð sveik í morgun. Hon vil tó siga, at nú skal ein avgerð takast hvørt landsroyndin skal halda fram ella ikki.
- Landsroyndin er eitt lógarkrav sambært fólkaskúlalógini. Tí kann eg ikki gera tær broytingar uttan víðari, ið eg kanska kundi hugsa mær. Tað, sum vit tó kunnu gera nú, er at taka málið upp til politiska viðgerð og tosa um landsroyndin skal verða eitt lógarkrav ella ikki og um hon skal halda fram á henda hátt. Í øllum førum kunnu vit staðfesta enn einaferð, at hetta ber ikki til, tí tað gongur bæði útyvir næmingarnar og trúðvirðið á royndunum, sigur Rigmor Dam.
Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, tekur undir við at endurskoða landsroyndina.
- Eg havi næstan ikki orð fyri hesum longur. At royndir skulu verða talgildar er einki ivamál longur, men so eigur tað at verða gjørligt at tryggja tær. Næmingarnir verða stressaðir av hesum og fáa eina keðiliga mynd av royndum. Hetta eigur ikki at henda og skal ikki endurtaka seg aftur. Tað er nógv fyri, at mann freistast at fara aftur til pappír og blýant, sigur Herálvur Jacobsen.










