Landsstýrið lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at játta 10,5 milliónir afturat til Dalstunnilin. Landsstýrið sigur, at hetta er ein játtan, sum upprunaliga varð sett av til at bøta um vegin ígjøgnum Sandslíð [...] Nú verður meiri ferð sett á arbeiðið at bora tunnilin til Dals. Upprunaliga fekk Landsverk níggju milliónir at arbeiða fyri í ár og tað røkkur so stutt, at Landsverk ætlaði ikki at taka arbeiðið upp fyrr [...] játtanini, sum verður brúkt í ár. Tí verða 10,5 milliónir fluttar til Dalstunnilin. Sostatt hevur Landsverk 19,5 milliónir krónur at bora fyri í ár. Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki sigur, at hetta merkir
Spastikarafelagið nú broytir navn og samleika til CP Føroyar. Hetta er viðtikið á nevndarfundi 2. desember 2020. CP í stuttum CP er ein stytting fyri Cerebrala Paresu , og varð hetta ofta fyrr kallað [...] kensluligum. Millum 110 – 130 børn diagnostiserast hvørt ár við CP í Danmark. Hagtøl fyri føroysk børn er ikki tøk. Grundgeving fyri navnbroyting Endamálið við navnabroytingini er at sjónliggera brekið, ið aloftast [...] “Spastiskarafelagið”) fyri føroyingar við diagnosuni cerebral paresa (CP) ella líknandi lamni og onnur áhugað. CP Føroyar ynskir at vera upplýsandi og stuðlandi viðvíkjandi CP, bæði fyri einstaklingin við
Írland, hava ytri landgrunnskrøv til Føroyaháslættan sunnanfyri Føroyar uttanfyri 200 fjórðingar. Hin 31. mars 2009 lótu bretar og írar krøv síni til hetta økið inn til landgrunsnevnd Sameindu Tjóða at [...] samstundis upp fyri tí møguleika, at landgrunnurin kann røkka longur út, um viðkomandi strandarland yvir fyri landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, við vísindaligum grundgevingum, skjalprógvar rættin til økið. Hinvegin [...] úr Føroyum, út á grunnarnar kring Hatton og Rockall. Hetta varð gjørt fyri at gera vart við føroysku/donsku fatanina av rættinum til økið, ikki minst við atliti at áður gjørdum bretskum og írskum designeringum
at leggja upp fyri hesum avbjóðingunum. Rambøll til reiðar Kai B. Olsen dylur ikki yvir, at hann sum sølustjóri á Rambøll Oil & Gas longu nú sær fyri sær fleiri ráð-gevingaruppgávur, ið fyri-tøkan kundi [...] oljuleitingunum kring Føroyar. Oljuinnrás í Føroyum Hóast tað ganga eini tvey til trý ár, frá tí at oljan er staðfest, til hon kann fáast upp, eiga føroyingar longu nú av álvara at byrja at fyrireika seg [...] hóvasták. Tí ræður um hjá føroyska vinnu-lív-in-um at vera til reiðar at upp-fylla øll krøv og at tryggja, at øll tænasta og útgerð fæst til vega. Minst líka umráðandi er tað, at politiska skipanin ikki
valevnini taka støðu til, um vit kunnu liva við hesum? At umstøðurnar hjá festivalunum og Prix´inum er ein ímynd fyri tí hóttafalli okkara tónleikalív er fyri, í løtuni, skal eg ikki taka støðu til, men fær føroyska [...] mentunarlív hevur tað serliga GOTT – ella? Eg fari at senda eina inniliga áheitin til ØLL tey, sum lata seg stilla upp fyri ymsu flokkarnar – kring landið. Endurtøkur eru, sum eg havi sagt áður, neyðugar [...] karmarnir víðkaðir fyri mentanini, gevur hetta eina synergieffekt yvir á vinnuliga virksemið, so hvar er veruligi trupulleikin? Eg kann bara koma við teirri niðurstøðu, at fer mentanin og listin fyri bakka í okkara
februar tendraði mamma 3 ljós – eitt til hvønn okkara – pápa, beiggja og mær. Ljósini skuldu vísa okkum leiðina til tað staðið, sum vit, hvør á sín hátt vóru farin frá. Fyri børnunum, sum fara frá heiminum [...] reiður og fyri pápa, sum tað máttmikla havið ikki vildi sleppa, men hevur goymt har – eg vildi so ynskt, at tú á tínum 80 ára føðingardegi var her hjá okkum – bert eina lítla løtu. Eitt eri eg glað fyri pápi [...] niður eina løtu, eg føldi á mær, at eg hevði ein serligan tørv at gera tað júst nú. Eg vildi hava teg fyri meg sjálvan – bert eina lítla løtu. Kanska var tað tí, at dagurin í dag er tín pápi – hesin dagurin
kunnu verða til leiðbeiningar, tá skattur verður álagdur. Hetta fekk stjórin í Taksi eisini høvi at siga í innslagnum. Hann segði orðarætt: “Vit kunnu venda okkum til teir, sum handla partabrøv fyri fólk, og [...] tíðindunum. Tíðindainnslagið snúði seg um, at munur er á, hvørja skyldu danskir bankar hava, tá tað kemur til fráboðan, samanborið við teir føroysku. Ein danskur spesialkonsulentur í SKAT greiddi frá, at danskir [...] skulu fráboða, tá fólk hava selt síni partabrøv; teir skulu boða frá, hvat partabrøvini verða seld fyri, og nær tey selja partabrøvini. Hetta skulu danskir peningastovnar altso av sær sjálvum gera við árslok
gongur fyri seg í samfelagnum. Abbi hevur eisini ein el-drivnan koyristól, soleiðis at hann kann koyra út á keiina og fylgja við hvussu gongur við útróðrinum. Áhugin fyri fiskiskapinum er framvegis til staðar [...] á Mykinesfjørðinum í fjør, og tað var stuttligt at síggja, hvussu væl tað lá fyri hjá honum at fiska. Tað gekk skjótt fyri seg at syfta toskarnar inn um lúnningina. Ein skuldi ikki trú, at hetta var ein [...] hevur verið úti á keiini og fregnast um fiskaríið, ja so ringir hann fyri at vita, hvussu tað hevur gingist. Abbi bleiv einkjumaður fyri 20 árum síðani, men hóast henda høga aldur, so býr hann framvegis heima
um um sínar hugsanir, har hann kann setast til svars fyri sínum útsagnum. Men at ein tingformaður, ið skal ansa eftir, at tingfundir og røðarar halda seg til tingskipan, reglur og vanligan fólkaskikk, [...] virka í politiskum arbeiði fyri honum; - hann undirgrevur alla ta tign og sømd, ið eigur at vera fyri tingsins virki og arbeiði - tá ið sjálvur tingformansessurin verður nýttur til at gera seg inn á áhoyrarar [...] Fleiri ferðir er tað komið fyri, at John Johannessen, meðan hann røkir tingformanssessin í salinum, ikki hevur tamarhald á sínum orðum, men ger partapolitiskar viðmerkingar til røðarar - og hartar serliga
ongan týdning hava fyri fisk. Eg kundi tí hugsa mær at spurt Bjarta Thomsen, sum umboð fyri Sambandsflokkin í náttúru-og umhvørvismálum: Hví hava trolarar oytt korallir, sum svara til umleið 8.000 km2 um [...] um korallir ikki hava týdning fyri fisk? Um koralleiðirnar ikki hava týdning fyri fisk, er so nøkur orsøk til ikki at friða hesi øki? Um koralloyðing verður mett sum burðardygg fiskiveiða?(samb.Kap 1, [...] ongan annan føroying, sum er frægari. Kortuni vil eg meta, at einum ikki nýtist at vera serfrøðingur fyri at síggja keðiligu gongdina viðvíkjandi korallum. Bjarti Thomsen vildi vera við, at greinin hjá Jón