Heilsan til abba á 100 ára degnum

Týsdagin 28. oktober verður Theodor Thomassen í Sørvági 100 ár.

Tá ið man hevur livað eitt so langt lív, so hevur man eisini roynt eitt

sindur av hvørjum. Abbi fór til skips sum 14 ára gamal og sigldi í nøkur ár sum dekkari, áðrenn

hann tók prógv sum motorpassari. Hann sigldi síðani sum motorpassari í eina tíð. Nøkur ár seinni keypti hann sær ein deksbát og fór at rógva út.


Abbi fekst eisini við at stoypa hús, og hevur hann stoypt nógv hús í Sørvági. Í 1955 byrjaði abbi at handla í kjallaranum hjá sær sjálvum, og í 1968 bygdi hann ein nýggjan handil. Hendan handilin hevði hann í nógv ár, til tann elsti sonurin tók yvir.


Abbi giftist við Nenceu og tey fingu fimm gentur og fimm dreingir.


Útróðrinum hevur abbi ongantíð slept. So seint sum í fjørsummar var hann fleiri dagar á floti, bæði einsamallur og eisini saman við synunum og abbasynunum. Eg var eisini á floti við abba norðuri á Mykinesfjørðinum í fjør, og tað var stuttligt at síggja, hvussu væl tað lá fyri hjá honum at fiska.

Tað gekk skjótt fyri seg at syfta toskarnar inn um lúnningina. Ein skuldi ikki trú, at hetta var ein knapt 100 ára gamal maður, sum stóð har og fiskaði. Tað eru fleiri ár síðani at hann kom í føroysku metbókina sum elsti útróðrarmaður í Føroyum.


Hesi seinnu árini er sjónin farin at bila, soleiðis at nú er liðugt við at rógva út. Báturin er seldur og fór av bygdini nakrar fáar dagar áðrenn 100 ára føðingardagin. Annars er abbi púra klárur og fylgir væl við øllum sum gongur fyri seg í samfelagnum.


Abbi hevur eisini ein el-drivnan koyristól, soleiðis at hann kann koyra út á keiina og fylgja við hvussu gongur við útróðrinum. Áhugin fyri fiskiskapinum er framvegis til staðar. Um hann ikki hevur verið úti á keiini og fregnast um fiskaríið, ja so ringir hann fyri at vita, hvussu tað hevur gingist.


Abbi bleiv einkjumaður fyri 20 árum síðani, men hóast henda høga aldur, so

býr hann framvegis heima hjá sær sjálvum. Døturnar plaga at geva honum

døgurða, meðan hann klárar restinia sjálvur.


Eg vil her frá Sicilia ynskja tær hjartaliga tillukku við tíð stóra degnum, og vónandi fært tú ein góðan føðingardag.



Heilsan

Finn