Serliga var tað umboð Sambandsflokksins Bjarti Thomsen, sum gjørdi vart við seg, tá hann á ein heldur niðurgerandi hátt viðgjørdi málið.
Rætt hevur hann í at undirritaði ikki er nakar serfrøðingur í korallum, men hinvegin kenni eg heldur ongan annan føroying, sum er frægari. Kortuni vil eg meta, at einum ikki nýtist at vera serfrøðingur fyri at síggja keðiligu gongdina viðvíkjandi korallum.
Bjarti Thomsen vildi vera við, at greinin hjá Jón Brian Hvidtfelt um korallir var villeiðandi og ikki faktuell. Eftir at hava lisið greinina einaferð afturat, síggi eg tvey viðurskifti, sum kunnu vera villleiðandi
Lesarin heldur møguliga at koralløkini eru spísikamari hjá toski og hýsu (men tað stendur ikki í greinini).
At undirritaði ikki hevur roynt at kortleggja koralløkini, men hevur tikið samanum almennar upplýsingar, sum Fiskirannsóknarstovan hevur savnað.
Tey, sum hoyrdu Bjarta Thomsen, sótu eftir við eini kenslu av at korallir ongan týdning hava fyri fisk. Eg kundi tí hugsa mær at spurt Bjarta Thomsen, sum umboð fyri Sambandsflokkin í náttúru-og umhvørvismálum:
Hví hava trolarar oytt korallir, sum svara til umleið 8.000 km2 um korallir ikki hava týdning fyri fisk?
Um koralleiðirnar ikki hava týdning fyri fisk, er so nøkur orsøk til ikki at friða hesi øki?
Um koralloyðing verður mett sum burðardygg fiskiveiða?(samb.Kap 1, §2 í Løgtingslóg um vinnuliga fiskiskap)
Um bruttoframleiðslan av fiskaføði á koralløkjunum man verða størri við ella uttan korallir?
Um eftirgjørdar grynnur (artificial reefs, kunstige rev), sum tú vart talsmaður fyri, kunnu samanberast við funktionalitetin av korallum.
Annars kann eg leggja afturat greinini hjá J.B.H, at koralløkini eru fjølbroyttastu búøki (habitat) eg veit um í føroyskum øki (bæði á landi og sjógvi), og av somu orsøk vildi eg mett at koralleiðirnar áttu at staðið ovast á listanum yvir varveitingarverd øki, tá vit tosa um at varveita einar fjølbroyttar Føroyar. Eisini sambært Rio-sáttmálanum, sum vit hava bundið okkum til at halda.
Hvat heldur Sambandsflokkurin um tað ?
Korallir binda CO2 og minka harvið natúrliga um CO2 útlátið.
Hvat heldur Sambandsflokkurin um tað ?
Vinarliga
Jan Sørensen, leiðari,
Havlívfrøðiliga royndarstøðin (Biofar)