Fýra partar, Føroyar, Ísland, Bretland og Írland, hava ytri landgrunnskrøv til Føroyaháslættan sunnanfyri Føroyar uttanfyri 200 fjórðingar. Hin 31. mars 2009 lótu bretar og írar krøv síni til hetta økið inn til landgrunsnevnd Sameindu Tjóða at viðgera.
Um krøvini hjá Bretlandi og Írlandi verða viðgjørd, áðrenn okkara krøv eru latin inn og viðgjørd, er vandi fyri, at henda viðgerð kann ávirka komandi viðgerðina av okkara krøvum, sum skulu vera latin inn í seinasta lagi í 2014.
Sambært havrættarsáttmálanum, og sínum egnu mannagongdarreglum, skal landgrunsnevndin ikki viðgera kravið frá einum strandarlandi, um onnur strandarlond við umskarandi krøvum ikki loyva hesum.
Á fundi millum uttanríkisráðharrarnar Jørgen Niclasen og Per Stig Møller var semja um, at viðgerðin av bretsku og írsku krøvunum kann undandøma komandi viðgerðina av føroysku/donsku krøvunum. Tískil samdust Jørgen Niclasen og Per Stig Møller um at nýta vetorættin. Tað merkir, at landgrunsnevndin kann ikki viðgera bretsku og írsku krøvini, fyrr enn loyvi verður givið til tess.
Síðan havrættarsáttmálin varð settur í gildi, hevur einki land enn nýtt vetorættin. Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, er tó sannførdur um, at tað í hesum føri var neyðugt at nýta vetorættin fyri at tryggja eina rættvísa viðgerð av føroysku krøvunum.
Bakstøði
Í 1985 kannaðu Føroyar/Danmark sær við sonevndu “designeringini”, eitt stórt havbotnsøki á Føroyaháslættanum í útsynning úr Føroyum, út á grunnarnar kring Hatton og Rockall. Hetta varð gjørt fyri at gera vart við føroysku/donsku fatanina av rættinum til økið, ikki minst við atliti at áður gjørdum bretskum og írskum designeringum. Ísland váttaði sítt krav við eini designering beint eftir teirri føroysku. Sostatt er talan vorðin um krøv, sum umskarast og eru sínámillum partvís ósambærilig
Havrættarsáttmálin hjá ST frá 1982 ásetur 200 fjórðingar sum tað mesta, ið øll strandarlond kunnu kanna sær av landgrunni, men letur samstundis upp fyri tí møguleika, at landgrunnurin kann røkka longur út, um viðkomandi strandarland yvir fyri landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, við vísindaligum grundgevingum, skjalprógvar rættin til økið.
Hinvegin tekur landgrunsnevnd Sameindu Tjóða ikki støðu til, hvussu býtast skal millum fleiri strandarlond, sum hava fullgóð umskarandi krøv, men letur upp fyri tí møguleika, at fleiri lond kunnu leggja fram krøv saman.