Skattur til taks

Fíggjarmálaráðið og Taks hava í felag gjørt viðmerkingar til eini tíðindi í Útvarpinum, hósdagin 28. februar klokkan 18, har fráboðanarskyldan hjá bankum og øðrum í sambandi við vinning av partabrøvum verður viðgjørd

Tey føra fram, at útvarpið bar “skeiv og villeiðandi tíðindi”. Tískil hesa kunning um tíðindainnslagið.

 

Eg haldi, at FMR og Taks snara faktuella grundarlagnum í tíðindunum.

 

Tíðindainnslagið snúði seg um, at munur er á, hvørja skyldu danskir bankar hava, tá tað kemur til fráboðan, samanborið við teir føroysku.

 

Ein danskur spesialkonsulentur í SKAT greiddi frá, at danskir bankar, ið hava kundar við børsskrásettum partabrøvum, hava eina kravda fráboðanarskyldu:

 

31. desember hvørt ár skulu danskir bankar boða skattavaldinum frá virði og tal av partabrøvum hjá sínum kundum. Teir skulu fráboða, tá fólk hava selt síni partabrøv; teir skulu boða frá, hvat partabrøvini verða seld fyri, og nær tey selja partabrøvini.

 

Hetta skulu danskir peningastovnar altso av sær sjálvum gera við árslok.

 

Hesa fráboðanarskyldu hava føroyskir bankar IKKI!

 

Hinvegin hava skattamyndugleikarnir í Føroyum møguleika fyri at eftirkanna upplýsingarnar, sum skattaborgarin gevur teimum. Sambært grein 120, stk. 2 í skattalógini skulu bankar, vekslarar og aðrir peningastovnar "tá teir verða kravdir" geva líkningarvaldinum tær upplýsingar um keyp og sølu av virðisskjølum, sum kunnu verða til leiðbeiningar, tá skattur verður álagdur.

 

Hetta fekk stjórin í Taksi eisini høvi at siga í innslagnum. Hann segði orðarætt:

 

“Vit kunnu venda okkum til teir, sum handla partabrøv fyri fólk, og biða um upplýsingar haðani. Men vit rokna við, at borgarin setir tað á sjálvuppgávuna, tí tað er teirra uppgáva, at tað verður rætt, sum stendur á sjálvuppgávuni."

 

Altso: Í Danmark geva bankarnir av sær sjálvum upp, hvussu nógv fólk hava handlað partabrøv fyri gjøgnum árið. Tað gera bankarnir í Føroyum ikki; men verða teir kravdir eftir upplýsingum, so mugu teir svara. Hetta er hvør sítt.

 

Eg kann leggja afturat, at vit hava spurt Taks, um biðið verður um hesar upplýsingar - um bankarnir verða kravdir at upplýsa allar partabrævahandlar. Men Taks vil ikki upplýsa fyri fjølmiðlunum, hvussu tað fremur sína eftirlitsskyldu.

 

Samanumtikið er einki faktuelt skeivt í teimum tíðindunum, sum vóru borin hóskvøldið. Eg harmist hinvegin, um fólk hava fingið ta fatan, at teimum ikki nýtast at geva sín vinning upp. Men bara fyri at skera tað út í papp: Útvarpið hevur einki sagt um, at fólk ikki nýtast at geva upp, hvat tey hava vunnið við at selja virðisbrøv. Vónandi er samvitskan røttu megin skattalógina. Ta skyldina hava tey hóast alt!