Ein áheitan til ALLAR politisku flokkarnar og valevnini:

Summarfestivalurin fór í luftina - G! Festivalurin fór á heysin og Prixið fór í søguna

Vit kunnu ikki hevja tann pástand, at føroyskt tónleika- og mentunarlív hevur tað serliga GOTT – ella?

 

Eg fari at senda eina inniliga áheitin til ØLL tey, sum lata seg stilla upp fyri ymsu flokkarnar – kring landið.

 

Endurtøkur eru, sum eg havi sagt áður, neyðugar, um ein veruliga vil hava hava eitt kjak ígongd, og tí fari eg at royna at seta eitt slíkt ígongd, til tess at gera enn eina roynd, at skapa okkara tónleikarum og føroysku listini betri karmar.

 

Tað skal, enn einaferð, staðfestast, at tað er alment kent úr øðrum londum, at verða karmarnir víðkaðir fyri mentanini, gevur hetta eina synergieffekt yvir á vinnuliga virksemið, so hvar er veruligi trupulleikin?

 

Eg kann bara koma við teirri niðurstøðu, at fer mentanin og listin fyri bakka í okkara samfelag, fer hetta at taka nógv við sær í fallinum, og so mugu tit mongu valevnini taka støðu til, um vit kunnu liva við hesum?

 

At umstøðurnar hjá festivalunum og Prix´inum er ein ímynd fyri tí hóttafalli okkara tónleikalív er fyri, í løtuni, skal eg ikki taka støðu til, men fær føroyska mentanin ikki størri rúmd í politisku skipanini, kemur hetta at skaða okkara samleika, og fara nógv av okkara listafólkum at missa seg sjálvi, tí fíggjarligu- og fysisku umstøðurnar fara at spenna bein fyri mong av teimum.

 

Eg ynski sjálvandi, at bæði Summarfestivalurin og G! Festivalurin koma sær úr truplu støðuni.

 

Tað er ongin loyna, at byrja vit at tosa um mentan og tónleik, eru tað fleiri, sum yppa øksl og síggja hetta sum ein luksustrupulleika – tað er tað IKKI!

 

Mong hava sett hesum fólkum spurningin, nær hesi ætla sær at finna sær eitt veruligt arbeiði.

 

Hetta sigur nakað um, hvussu stutt vit eru komin á leiðini, og tí er neyðugt við eini munadyggari hugburðsbroyting, so vit ØLL byrja at síggja mentanina og listina at vera ein tíðandi part í okkara gerandisdegi.

 

Gevið mentanini tað – henni tørvar!

Eg vil bara, enn einaferð, senda eina áheitan til politiska myndugleikan um, at skapa tónleikinum og listini so góðar møguleikar, sum gjørligt, so hesi kunnu geva okkum og øllum føroyska samfelganum nakað gott og burðardygt á leiðini.

 

GOTT VAL ØLL SOMUL!