um góðar tvær vikur, nevniliga tann 30. mai, og tær seinnu verða spældar 13. juni. Tey fýra liðini, sum eru eftir í kappingini, eru HB, B36, TB/FCS/Royn og AB. Lutakastið um hvørji lið hittast í hálvfinalunum [...] verður í ítróttarstendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya í kvøld. Sambært skránni byrjar sendingin kl.19.20.
sjeikurin hjá Medina – og leygarkvøldið skal hann framføra á Rex í Havn. Men fyrst verður hann gestur í Hvonn Live hjá Rás2, har prátað verður við hann um lívið í spotlightinum – og hann syngur eisini ein [...] ein sang live. Hvonn Live Hvonn & Rás2 Leygarkvøldið 23/2 kl. 19.00-20.30
Zachariassen, trúboðari, og Jóhan Petur Johannesen, dagligur leiðari hjá felagsskapinum OM, fara at greiða frá missiónsarbeiði. Hetta kvøldið gongur talvan fyri útimissión, og kirkjan bjóðar drekkamunn [...] Trettanda kvøld, sum er fríggjakvøldið, verður gudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 20:00. Hanus á Gørðum, prestur, prædikar. Eitt meiri forkunnugt innslag í gudstænastuni verður, tá ið Manskórið
syngur Suð. Talan er um heili 75 verk hjá 20 listafólkum, sum verða sýnd fram í teimum trimum hallunum í Skúlanum við Ósánna. Norðoya Listafelag varð stovnað í 1985 og hevur 120 limir. Eisini verður ein dr [...] drekkamunnur at leska seg við ? og Suð syngur nøkur løg klokkan 16 í sambandi við at framsýningin letur upp.
Ein maður í 20-árunum royndi tíðliga í morgun at neyðtaka eina javngamla kvinnu í Havn. Klokkan var 5.15, tá ið maðurin gjørdi seg inn á kvinnuna við Tórsvøll. Hon rópti um hjálp, og hann tók til beins [...] beins. Kvinnan kendi ikki mannin, sum var umleið 175 cm høgur, hevði brúnt hár og var í gráari hettutroyggju. Politiið heitir á fólk, sum møguliga hava sæð mannin, um at boða frá.
Runavík var ikki annað væntandi, enn at VB skuldi fáa tað trupult, og Tjaldur avgjørdi alt longu fyrsta korterið. Tá stóð longu 13-2 á talvuni, og so var restin bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi [...] hjá Tjaldri. Hesa ferð við 13 málum. Una Egilsdóttir skeyt 5 av málunum hjá VB. Tjaldur-VB 39-19 (20-9)
Við 2-0 tapinum móti Belgia er greitt, at Turkaland ikki kemur við til HM-endaspælið komandi summar, og sunnudagin tók venjarin, Fatih Terim avleiðingarnar av hesum. Terim hevur annars sáttmála fram til [...] mikukvøldið verður mín seinasti sum landsliðsvenjari, sigur Terim, sum fyrr hevur vant Fiorentina, AC Milan og Galatasary.
Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir í Silkeborg spældu á útivølli ímóti FC Keypmannahavn í Parkini. Hesaferð gjørdist ikki talan um stig ella mál til Christian og liðfelagarnar í Silkeborg. FC K [...] Cesar Santin skoraði, aftaná eitt upplegg frá Williami Kvist. Silkeborg liggur nú sum nummar fimm við 20 stigum, meðan FC Keypmannahavn liggur sum nummar trý við 24 stigum.
Tá talt var saman, høvdu tær bara mist 20 eygu í kappingini. Hetta er eitt sera gott úrslit, tá hvørt parið bara spældi 12 krossar. Tær báðar, Karin Kallsberg og Gurið Kristiansen vunnu greitt hetta umfarið [...] umfarið, meðan meiri javnt var millum pørini ið endaðu aftanfyri tær. Karin og Gurið hava eisini staðið seg sera væl við aðrar sjavs-kappingar í Vági.
parti av stigatalvuni, og oddaliðið í Seriu A gjørdi sítt arbeiði til fulnar. Inter vann dystin 3-0. Svenskarin Zlatan Ibrahimovic legði Inter á odda. Veteranurin Luis Figo økti til 2-0, áðrenn Dejan Stankovic [...] Stankovic gjørdi tað til 3-0 10 minuttir fyri leiklok. Inter liggur á odda í Seriu A, og næsta vikuskiftið spæla teir oddadyst ímóti AC Milan.