Tá ið Norðoya Listafelag dag klokkan 16 letur upp Norðoyastevnuframsýningina í Skúlanum við Ósánna, syngur Suð.
Talan er um heili 75 verk hjá 20 listafólkum, sum verða sýnd fram í teimum trimum hallunum í Skúlanum við Ósánna.
Norðoya Listafelag varð stovnað í 1985 og hevur 120 limir.
Eisini verður ein drekkamunnur at leska seg við ? og Suð syngur nøkur løg klokkan 16 í sambandi við at framsýningin letur upp.









