Neyðtøkuroynd í Havn

Ein 26 ára gomul kvinna varð sunnumorgunin yvirfallin í býlinum í Lon í Havn. Tá ið hon rópti um hjálp, rýmdi tann ungi maðurin, sum kriminalpolitiið nú leitar eftir

Sunnumorgunin umleið klokkan 4.30 fór ein 26 ára gomlu kvinna heim úr býnum.
Hon skuldi yvir í Eysturbýin og fekk eftir M. A. Winthersgøtu, fór yvir um Jónas Broncksgøtu og parkeringsplássuið á Frúutrøð og skákaði so yvir í Lon.
Hon varnaðist, at ein ungur maður elti hana, men hon gekk kortini róliga.
Tá ið ho var komin yvir í Lon, leyp tann ungi maðurin á hana og royndi at skræða klæðini av henni.
Kvinnan bardist ímóti og rópti eisini um hjálp.
Tá misti tann ungi maðurin móti og flýddi.
Kriminalpolitiið hevur tosað við fleiri fólk í grannalagnum. Summi hava hoyrt neyðarrópið, men eingin teirra hevur sæð nakað.
Tað kann vera, at onkur hevur sæð ta 26 ára gomlu kvinnuna, sum varð elt av einum eitt sindur yngri manni, og kriminalpoliitið heitir á møgulig vitni um at hjálpa við upplýsingum.
Tann ungi maðurin er mettur at vera 20-23 ára gamal, 170-175 cm høgur og vanliga bygdur. Hann hevði myrkt stutt hár, var í graári hettutroyggju, cowboybuksum og í myrkum kondiskóm.