Í Runavík var ikki annað væntandi, enn at VB skuldi fáa tað trupult, og Tjaldur avgjørdi alt longu fyrsta korterið.
Tá stóð longu 13-2 á talvuni, og so var restin bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Adina Petrea var enn einaferð stóri málslúkurin hjá Tjaldri. Hesa ferð við 13 málum. Una Egilsdóttir skeyt 5 av málunum hjá VB.
Tjaldur-VB 39-19 (20-9)









