Óførar í sjavsi

Vágur: Møðgurnar, Karin og Gurið lótu ongan iva vera um styrki teirra, tá VB í næstseinastu viku skipaði fyri 18. umfarinum í sjavsi.

Sambært Suðuroyarportalinum vunnu tær báðar kappingina heilt greitt. Tá talt var saman, høvdu tær bara mist 20 eygu í kappingini. Hetta er eitt sera gott úrslit, tá hvørt parið bara spældi 12 krossar.

Tær báðar, Karin Kallsberg og Gurið Kristiansen vunnu greitt hetta umfarið, meðan meiri javnt var millum pørini ið endaðu aftanfyri tær.

Karin og Gurið hava eisini staðið seg sera væl við aðrar sjavs-kappingar í Vági.