Silkeborg tapti

Christian Lamhauge Holst slapp slettis ikki uppí part, tá Silkeborg tapti 1-2 ímóti Fredericia á heimavølli í Silkeborg í gjár. Herfølge vann 4-1 í Kolding, og Viborg vann 3-1 í Skive, og misti Silkeborg sostatt trý ógvuliga týdningarmikil stig í royndini at vinna seg aftur í bestu donsku fótbóltsdeildina. Málini hjá Fredericia skoraðu Rasmus Katholm og Hans Jørgen Haysen. Veteranurin, Henrik Pedersen skoraði fyri Silkeborg. Silkeborg hevði nóg nógvar málmøguleikar til at vinna dystin, men teir tóku ikki av.