hvussu verandi vatnreinsiverk er uppbygt, og um tað var møguligt at fáa enn størri nyttu úr verandi vatnreinsiverki. Í Nes kommunu vísa tey á, at næsta stigið var at leggja eina ætlan fyri uppstiganina av [...] av, hvørt tað var ein gongd leið at brúka kolfiltur til at lækka littalið í drekkivatninum hjá kommununi. Í Nes kommunu vísa tey á, at ein týðandi liður í dagføringini av vatnreinsiverkinum var at seta í [...] tíð vorðin brúkt til eitt nú lækking av littalinum í vatni, og var helst eisini ein loysn, sum relativt skjótt kundi setast í verk. Fyrst var farið undir at útskifta UV-filtrini, sum vóru farin um seinasta
segði víðari, at tað hevur verið sagt, at oljufeløgini eru okkara mótpartar, at vit mugu ansa okkum fyri teimum og seta krøv til teirra. Feløgini eiga ikki at kunna hóreiggja sær, sum tað passar teimum, [...] tann grundleggjandi felags áhugan vit hava við feløgini at troyta tað oljuríkidømi, sum møguliga fjalir seg í okkara undirgrund. -Tað sigur seg sjálvt, segði landsstýrismaðurin víðari, at báðir partar [...] sær sjálvum ein so stóran part av hesum ríkidømi, sum gjørligt. Tað eru vit, sum frá byrjan eiga rættin til ráevnini í undirgrundini, og tað er tí okkara lutur at smíða treytirnar, sum skulu stýra oljuv
hølir. Einki er meiri sjálvsagt enn bygningarnir frá krígnum Uppi á Halsi - beint við Flogvøllin - og tað eru eisini hesar bygningar talan er um at fáa settar í stand til eitt krígssavn. Báðar bygningarnar [...] oman fyri Sandavág, men enn eru ongar avgerðir tiknar í so máta. Lutir Á fundinum fríggjakvøldið var samtykt at setast skal arbeiðsbólkur at kanna alt hetta ymiska og taka samráðingar upp við allar partar [...] vist, um krígsavnið verður í gomlu bygningunum á Hálsi, so verður tó heitt á fólk í Vágum, sum liggja inni við lutum frá krígnum, um at seta seg í samband við Felagskommununa í Vágum.
svarar Heðin Lamhauge, at tað er tað ikki. Tað verður bert leigað út til tvey fólk í hvørt kamar, sigur Heðin Lamhauge og leggur eina við, at tað verður ikki útleigað "í trimum. Tað gera vit simpulthen ikki [...] húsunum, og har er sum í grøvini. Einki ljóð hoyrist nakrastaðni, og tað tykist, sum eingin er inni. Hetta er allarhelst, tí at tað er um middagsleitið, og flestu av rumenunum munnu vera til arbeiðis. [...] er tað, sum í frágreiðingini hjá fakfeløgunum varð lýst sum villiniborgin. Innrættingin er margháttlig, og "villiniborgin" er eyðsæð eitt byggipláss í løtuni. Men tað verður skjótt greitt, at tað, sum
Føroyum ber tað til, at sita byrgdur inni í eini arrest í upp til hálvt annað ár. Tey, ið verða revsað harðari, og skulu sita longri enn hálvt annað ár, verða send niður til Danmarkar. ? Tað er onki at [...] sum grannalond okkara, og tað er jú tað vit siga okkum hava. Vit noyðast tí at síggja í eyguni, at dráp og stór harðskapsmál og annað kemur fyri inn í millum, og so er tað ein spurningur um, vit eiga [...] blandað saman. Í Danmark hava tey fyri tað fyrsta eitt arresthús, umframt fongsul. Og fongslini eru so aftur býtt upp í tvey. Ein opin deild og ein stongd deild, og er tað hetta modellið vit ynskja okkum at
alt nú er í hondunum á semingsmonnunum. - Eitt vóru vit so samd um, og tað var at velja teir semingsmenn, sum vit hava valt, har var so eingin tvídráttur, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum ikki vil gera vi [...] brúkt hetta í samráðingunum, tí tað er ikki løgtingið, vit samráðast við, men tað er sami kassin, ið skal gjalda. Eg kundi hugsað mær at vita, hvussu samvitskan hevði tað, eftir at hava gjørt eitt lop uppá [...] prátaðu um hetta, uttan at semingsmenn komu uppí. Men tað hevur verið torført at tosa við fíggjarmálastýrið og lønardeildina. Um ein bert sær uppá tað potentialið, ið ein hevur, við at fólk arbeiða á almenna
dentur lagdur á, at tað altíð skuldi loysa seg at arbeiða. - Tað var í lagi, tí vit vildu hava eina einfalda skipan, har tað var lætt at koma inn og fara úr, men tað harmiliga er hent, at tað er blivið so lítið [...] tíð, tí tað er so trupult at skula inn og út úr ALS-skipanini. Fólk orka ikki alt tað stríðið, og so halda tey tað ikki loysa seg at átaka sær arbeiði. Tænastan hjá ALS er eisini ov vánalig, tíð tað hendir [...] um skúlagongd teirra hevur verið ov stutt, hevði tað økt um áhugin fyri at farið á virkini at arbeitt. Tað hevði virkað meira lokkandi. Má loysast Men tað eru eisini aðrar forðingar hjá arbeiðsleysum knappliga
politiskari viðgerð av okkara málum og undrast yvir, hví so er. Tað eru hóast alt okkara mál, og siðiligast, sakligast og sømuligast var tá, um vit eisini vóru partur av eini málsviðgerð um víðari lagnuna [...] Hergeir Nielsen 1. næstformaður ???? Løgtingsformaðurin hevur gjørt eina stytri og eina longri dagsskrá. Tann fyrra fevnir um morgindagin, tá eitt uppskot frá landsstýrinum og tvey frá sjálv-stýriflokkinum [...] sjálvandi saktans liva við, at málini verða viðgjørd leys av einum folkatingsvali, tí tey hava einki við tað at gera, men vit kunna illa livað við, at formaðurin og umsitingin flokka okkara mál øðrvísi enn onnur
eftir øki. Í apríl var arbeiðsloysið størst í Suðuroynni, har tað var 3,1 prosent. Hetta er 1,8 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í Norðoya øki og Sandoyar øki var arbeiðsloysið minst [...] at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Arbeiðsloysið var eitt prosent í apríl, sum svaraði til 310 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 229 fulltíðararbeiðsleysum [...] arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Tað vóru 359 persónar rakt av
Tað verður í fyrsta lagi í morgin tíðliga, at ein roynd verður gjørd at reisa 82 metrar longu og koppaðu flótidokkina hjá Hirtshals Yard í havnini í Hirtshals. Tað segði umboð fyri TV2 Nord, Morten Pedholt [...] serfrøðingar við í Hirtshals at meta um støðuna. Men, sum skilst, verður tað ikki nøkur løtt uppgáva at reisa dokkina aftur. Tí, inni í dokkini er ein 70 metrar langur trolari, sum skuldi málast í dokkini [...] rættkjøl. Í fyrstu atløgu er ætlanin flyta sjógvin í barlasttangunum fyri at vita, um tað kann gera nakran mun. Um tað tá ikki eydnast at reisa dokkina aftur á rættkjøl, verður helst neyðugt við stórum kranum