Ferjulega
Arbeiðið upp á ferjuleguna í Trongisvági má nú umskipast.
Tað verður neyðugt eftir at øll koyringin við gróti til molan á ferjuleguni mátti halda uppat.
Koyringin mátti halda uppat tí at ivi hevur tikið seg upp um, hvussu nógv grót, Landsverkfrøðingurin hevur loyvi at taka til endamálið.
Tá ið Landsverkfrøðingurin fekk loyvi at gera grótbrot Inni í Líð í Trongisvági, var treytin frá friðingarmyndugleikanum, at hann skuldi halda seg innanfyri eina ávísa linju.
Men nú hevur ivi tikið seg upp um, hvar hendan linjan er.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað vóru bara nøkur punkt sett upp, men at ongin linja varð gjørd.
Og nú er sprongt so langt, sum teir halda er ráðiligt.
Firðingarnevndin í Suðuroy hevur kannað viðurskiftini og er komin eftir, at loyvt er at sprongja enn longri suður.
Men fyri at ongin ivi skal taka seg upp, skal málið nú viðgerast í yvirfriðingarnevndini og hon hevur ikki fund, fyrrenn mitt í mars og fyrrenn tá verður koyringin av gróti til molan ikki tikin uppaftur.
? Umsóknin um at taka grót hevur ikki verið nóg greið og nóg fullfíggjað, sigur landsverkfrøðingurin.
Umskipa arbeiðið
Tað er byggifelagið Articon, sum ger arbeiðið og mikudagin var fundur ímillum Articon og Landsverkfrøðingin um støðuna.
Jákup Enni, sum er abreiðsleiðari hjá felagnum í Trongisvági, sigur, at nú verður neyðugt at umskipa arbeiðið.
Hann sigur, at sum støðan er, má koyringin av gróti til molan bíða eftir yvirfriðingarnevndini, tó kunnu teir kanska byrja nakrar dagar, áðrenn hon hevur fund við at koyra grót sum liggur.
Annars má arbeiðið leggjast um, so at teir nú fara at framskunda arbeiðið upp á sjálva ferjuleguna.
Grót, sum er sprongt í grótbrotinum, verður so brúkt til tað.
Jákup Enni sigur, at tað er framvegis ætlanin at sjálv ferjulegan skal vera liðug fyrst í november, so at nýggi Smyril fær lagt at, tá ið hann kemur.
Men sum støðan er nú, kann ikki væntast, at molin verður liðugur, so tí má koyrast við gróti eftir at Smyril er komin.
Men skuldi tað hent, at yvirfriðingarnevndin ikki er samd við friðingarnevndini í Suðuroy, so at teir ikki sleppa at sprongja meir?
?Ja, so fyriliggur ein nýggj støða, sum má takast upp tá, sigur Jákup Enni.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, segði við Sosialin í gjár, at so má grót fáast til vega onkra aðrastaðni frá.
Enn manglar 50 metrar í at fáa molan lidnan. Av gróti verður brúk fyri 150.000 rúmmetrum afturat, men verður linjan løgd soleiðis, sum Landsverkfrøðingurin vónar at fáa viðhald fyri í yvirfriðingarenvndini, verður nóg mikið av gróti