Arbeiðið við Áir gongur væl

Tann 12. apríl varð smiðjan á hvalastøðini reist. Smiðjan, sum upprunaliga var ein long lon við eldsmiðju, við maskinverkstaði og tunnuverkstaði, er reist og komin til aftur til heiður og æru. 

 

Tað skriva Søvn Landsins á heimasíðu sínari.


Higartil hevur tað gingið so mikið væl í ár, at Planurin hevur fingið sítt timburdekk aftur. Brúgvin um Ánna við Áir er eisini styrkt í ár.  


Tað fer at líkjast. Smiðjan er reist, og ætlanin er, at húsini skulu brúkast sum smiðja, tá ið hvalastøðin verður sýnd fram sum savn – og ikki minst sum dømi um ein tann elsta ídnaðararv, vit hava her á landi. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er hon tann einasta av teimum tilsamans 7 norsku hvalastøðunum, sum er varðveitt. 



Eldsmiðjan hevði stóran týdning á støðini. Har var alt tað vanliga umvælt, og har vórðu harpurnar frá hvalabátunum rættaðar upp. Eldsmiðjan er í vánaligum standi. Uttan er neyðugt at gera ábøtur. Essan inni í smiðjuni er eisini vánalig. Her verður at seta inn, áðrenn tað verður ov seint.