ikki eitt ting tú ikki kundi umrøða, so var Arne sum eitt umvandrandi leksikon og visti eina rúgvu um tað, mann umrøddi. Hann var ein persónur, sum ikki gjørdi nógv um seg, men fór stillisliga við hurðunum [...] til og tosa við alla tíð á døgninum og sum altíð hevði svar upp á tað, tú spurdi um ella leveraði tað, mann bað um. Vit fingu eitt sera gott vinalag eftir tíðina í landsstýrinum og høvdu javnan samband, og [...] vinur. Góðu Sedea, Bjarni, Svend, Elin og øll tit avvarðandi, má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara. Við hesum fátæku orðum lýsi eg frið yvir minnið um vinin og álitismannin Arna Poulsen.
radiatorinum, áðrenn tey fóru til songar o.s.fr. Eisini vóru tit ofta í Havn og passaðu ommubørnini, um vit høvdu tørv á tí. At tit vóru so nógv um tey, viðførdi eitt tætt forhold tykkara millum, til gleði [...] skuldi verða verandi, men so møtti tú pabba. Á føðingardegi hansara 18. Jan. 1948 giftust tit og fingu okkum báðar, fyrst Jacob í 1949 og síðan Jørgen í 1951. Tú og pabba fingu nógv góð ár saman, og pabba [...] pabba doyði bert 6 mðr áðrenn tit kundu halda gullbrúdleyp. Ommubørnini elskaðu at koma suður at vitja teg og pabba. Har vóru tey forkelað við morgunmati uppá songina, te við sukur í, tú hitaði teimum dýnu
hvørja ferð hann umrøddi teg. Eisini vísti hann sína stóru umsorgan við mongu biltúrunum, tit bæði vóru saman kring um í Evropa. Orð eru fátæk, men lat meg enda við orðunum hjá vágaskaldinum: “Tíðin var tíðin [...] var sonur Ellen og Ian Petersen. Ellen, sum er donsk, giftist við Ian, ættaður úr Sørvági, og tey fingu tvey børn, Benna og systrina Annu Poulinu. Tey búsettust í Havn, fyrst í Eysturbýnum og síðani í [...] okkara kennskapi, sum gjøgnum árini vaks seg til eitt rættiligt vinaband. Umframt bátaferðir kring um í Føroyum vóru vit eisini á bátaferð saman í Noregi í 2000, 2004, 2006 og seinastu ferð í 2008. Serliga
So varð Berith flutt um ta sýn, haðani eingin kemur aftur. Hon var ikki mett av døgum, men herviliga sjúkan vann at enda og køvdi hennara lívsljós. Hóast vit vistu, hvønn veg tað bar, so kendu vit henda [...] ára gomul, ja fyri alla familjuna vað hetta ein dyggur smeitur. Men Berith so líkt, so fall hon ikki í fátt. Hon bretti upp um armar og átók sær einsamøll allar skyldur við uppaling og húsum, sum hon megnaði [...] kunnu tykjast so fátøk í slíkari støðu. Men orðini er hóast alt tað, sum vit mugu brúka fyri at seta orð á okkara kenslur og okkara samkenslur. Sum prestur so væl segði tað í kirkjuni, so vóni eg eisini
strevi. Vit sum kendu Birgir vistu, at hann var ein arbeiðsrót fram um teir flestu. Ikki bara var hann so sera arbeiðssamur, tað lá eisini so ótrúliga væl fyri at arbeiða. Sama gjørdi hvat handaliga arbeiði [...] millum Tyril og Middagsfjall, fingu vit báðir soleiðis okkara seinasta prát. Hendan løtan var okkara og í tíðini sum kemur, verður tað gott at kunna knýta seinastu minnini um Birgir, at vøkru myndini hendan [...] vóru at síggja fram um dagin í dag og menna nýggjar skipanir innan framleiðsluna og soleiðis fáa meir burtur úr rávøruni og ikki minst gagnnýta størri partar av henni. Ongin ivi er um, at hansara partur
i, um virðir og innihaldið í einum lívi kontra longdina av lívinum, vóru hugvekjandi orð sum passaðu so væl til tín. Tey mongu sum vóru til jarðarferð tína, bóru boð um ein stóran vinarskara, og um, at [...] kvøld og skrivið minningarorð um teg mín góði vinur. Vit høvdu aðrar ætlanir, nú Jóanssøkan nærkast. Hóast tað, at tú øll árini royndi tað tú orkaði, boygdi sjúkan teg at enda so mikið, at tú var sendur til [...] tína. Enn minnast vit kvøldið í oktober í fjør - stødd til landsdyst í Hannover - tá vit fingu gleðiligu boðini um, at tú var á skurðdeildini á Ríkissjúkrahúsinum, og at teir høvdu funnið eitt lunga til
trivust so væl, at teir søgdu ”mamma og babba” um Jónu og Bjarta. Viðhvørt kundi vera rok á Sjómansheiminum. Ikki frítt. Men Bjarti var altíð til dystin fúsur, og fekk vanliga lagt sjógvin, so ikki var [...] ungdómi stóð mær verðin so ljós og lokkandi góð”, talaði til Bjarta og hjálpti honum ígjøgnum, tá ið Gud kallaði hann til umvendingar, 21 ára gamal, umborð á skipi hetta árið, 1950: ”So er tað tá vist, eg frið [...] at umrøða sjúku sína. Hann hvíldi í Guds hondum, og rødd hansara um Guds stórverk tagnaði ongantíð! Hann takkiði Gudi, og hann vitnaði um sín trúgva Harra til tað seinasta. Skilnartala Mósesar Tann sokallaða
á fold. Bogi hevði tosað so nógv um Sandoyartunnilin, hann hevði havt so sterkar meiningar um tunnilin, hann offraði so nógv av tíð at tosa um framburðin, sum fór at verða. So bleiv hansara síðsti túrur [...] har var altíð gott at verða. Foreldrini kjúklaði um henda fitta drongin, sum var teirra eitt og alt. Bogi varð giftur við Henriettu úr Skopun, tey fingu børnini Petur, sum doyði av arbeiðsvanlukku og var [...] tráuni og fekk altíð okkurt á. Um heystið helt hann eyga við áunum. Eisini setti hann ingul út ymsastaðir, hetta gekk hann upp í við lív og sál og hevði greiðar meiningar um hetta. Eitt, sum eg helt vera
har ið á stóð. Sjálvt um hann fór skips, so høvdu vit nógv samband ígjøgnum árini. Næstan hvørja ferð eg fylti, so ringdi hann, at ynska tillukku. Hvørja ferð hann var heima, so kom hann inn at vitja. [...] haru meira at bera, tí vit fingu aðruhvørja haru sum pápi skjeyt. Dagurin fór at halla, skýmingin var komin, og eg minnist at vit tosaðu um at vit máttu fáa eina haru aftrat, tí so høvdu líka nógvar at bera [...] mist vónina um, at fáa eina haru aftrat. Vit kláraðu ikki at halda okkum, reistu okkum upp og máttu vita, hvar hann fór. Jú so bóru vit eyga á hann. Hann gekk spakuliga niðurboygdur oman eftir. So fer hann
sannleikanum, sum Paulus umrøður soleiðis í Rómverjabrævinum 14.8: “Tí um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum [...] ár í skúla á Toftum og so í realskúla á Glyvrum. Í 1977 byrjaði hon í starvi hjá Føroya Banka, sum 19 ára gomul, og tað gjørdist hennara lívsstarv. Hon starvaðist í Føroya Banka og so í BankNordik, heilt [...] og meiri sjúk, gjørdust samrøðurnar okkara millum um lívið, deyðan og ævinleikan, um Jesus og bíbliuna djúpari og djúpari. Edna vildi liva. Hon hevði so nógv at liva fyri og kendi líkasum, at hon var ikki