Minningarorð um Berith Joensen úr Froðba

So varð Berith flutt um ta sýn, haðani eingin kemur aftur. Hon var ikki mett av døgum, men herviliga sjúkan vann at enda og køvdi hennara lívsljós. Hóast vit vistu, hvønn veg tað bar, so kendu vit henda miskunnarleysa sviðan, sum deyðin altíð elvir, tá onkur, sum vit eru góð við, verður tikin frá okkum.

 

Berith varð fødd 26. januar 1954 undir Skorðum í Froðba og var sostatt bert 53 ára gomul, nú hon varð noydd at leggja árarnar inn. Hon var dóttir Johild og Bjarna Joensen og vaks upp sum miðlingur í einum systkinnaflokki uppá fimm. Har úti undir Skorðum vaks hon upp í hugnaligum bygdaumhvørvi. Gekk í skúla uppi á Hamri, áðrenn leiðin gekk inn á Tvøroyri. Berith búði stóran part av uppvøkstrinum hjá abbanum Andreasi og ommuni Dagmar, sum búðu í grannalagnum.

 

Hetta umhvørvið segði hon farvæl við fyri seinastu ferð henda vakra sunnudagin í august mánaði, tá fylgið fór vøkru leiðina úr kirkjuni um Hamar, út á Bø, undir Skorðar og um Skarð áðrenn endaliga hvíldarstaðið undir Akursgerði. Hetta var ein av ársins vakrastu døgum, og tað kendist sum øll náttúran hesa løtu steðgaði á og beyð Berith farvæl.

 

Berith starvaðist heili 29 ár á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta boðar frá trúskapi, og at hon var væl umtókt á sínum arbeiðsplássi.

 

Ung fann hon saman við Poul Jespersen úr Trongisvági, og fingu tey dóttrina Marit saman í 1971. Tey settu føtur undir egið borð við nýggjum og snotiligum húsum úti í Skarði, sum Poul saman við øðrum bygdi sjálvur. Hann var framúr góður handverkari og starvaðist tá sum maskinmaður á nýggja flakavirkinum á Tvøroyri.

 

Men lagnan var teimum hørð. Poul gjørdist sjúkur ein myrkan dag í november 1980 og doyði brádliga bert 32 ára gamalur. Fyri Berith og Marit, sum tá var bert 9 ára gomul, ja fyri alla familjuna vað hetta ein dyggur smeitur. Men Berith so líkt, so fall hon ikki í fátt. Hon bretti upp um armar og átók sær einsamøll allar skyldur við uppaling og húsum, sum hon megnaði fyrimyndarliga.

 

Fyri góðum 14 árum síðani fann hon saman við Erling Østher Joensen av Sevmýri. Tey fingu nøkur góð ár saman, har tey ein part av tíðini búðu í Danmark, har Erling starvaðist. Berith hevði tá av heilsuávum sagt starvið frá sær á Sjúkrahúsinum á Tvøroyri.

 

Men aftur var lagnan teimum hørð, tá Erling misti sonin Jákup í syrgiligari ferðsluvanlukku. Tá var Berith honum góður stuðul, tí hesar umstøður vóru henni ikki heilt ókendar.

 

Nú er so Berith farin. Hon var ein sera stillfør og hugnalig kvinna. Hon var lítillátin og trokaði seg ikki framat, men hevði tó sínar meiningar, sum hon bar so rámandi fram. Hon var trúgv sum trøllið og altíð klár við einum smíli og einum góðum orði.

 

Berith og kona mín Anita stóðu sum vera man hvørji aðrari sera tætt sum systrar, men harumframt untist okkum at hava mangar góðar løtur saman, bæði í Froðba og á flatlondum, sum vit eru henni og Erlingi sera takksom fyri.

 

Góða Marit og Pól, góði Erling og góða Johild, vit syrgja saman við tykkum. Marit og Erling, tit bæði góvu Berith nógva og góða umsorgan, seinastu dagarnar, hon átti. Í sváru tíðini var tað ein uggi, at Berith slapp aftur til heimbygdina. Soleiðis legði hon eyguni saman á sama stað, har hon fyrstu ferð sá dagsins ljós.

 

Orð kunnu tykjast so fátøk í slíkari støðu. Men orðini er hóast alt tað, sum vit mugu brúka fyri at seta orð á okkara kenslur og okkara samkenslur. Sum prestur so væl segði tað í kirkjuni, so vóni eg eisini, at tey góðu minnini, sum vit eiga eftir Berith, vilja fylla tað tómrúm, sum nú kennist so svíðandi.

 

Friður yvir minnið um Berith Joensen.

 

Jóannes