Góða mamma.
Nú 18 des. er longu eitt ár, síðan tú andaðist. Tað er undarligt og tómligt at koma suður til Vágs á Toftaveg ella á Eldrasambýlið, har tú búði tíni seinastu ár, og tú ikki ert har meira. Tú hevði eitt gott og langt lív, og tað er ein uggi at vita, at tú nú hevur fingið frið og ert sloppin heim til Harran, sum tú í seinastuni ynskti tær.
Tú komst suður til Vágs úr Vágum saman við nógvum øðrum fiskagentum. Tað lá ikki í kortunum, at tú skuldi verða verandi, men so møtti tú pabba. Á føðingardegi hansara 18. Jan. 1948 giftust tit og fingu okkum báðar, fyrst Jacob í 1949 og síðan Jørgen í 1951. Tú og pabba fingu nógv góð ár saman, og pabba doyði bert 6 mðr áðrenn tit kundu halda gullbrúdleyp.
Ommubørnini elskaðu at koma suður at vitja teg og pabba. Har vóru tey forkelað við morgunmati uppá songina, te við sukur í, tú hitaði teimum dýnu og hosur á radiatorinum, áðrenn tey fóru til songar o.s.fr. Eisini vóru tit ofta í Havn og passaðu ommubørnini, um vit høvdu tørv á tí. At tit vóru so nógv um tey, viðførdi eitt tætt forhold tykkara millum, til gleði fyri báðar partar. Eisini var tær unt at fáa sjey langommubørn. Tú elskaði at fáa vitjan av teimum – og langommubørnini vistu, at tú altíð hevði bomm í skuffuni, sum tú bjóðaði teimum.
Tú vart ein kend bygdarmynd í Vági, har tú var virkin í Meinigheitshúsinum í sambandi við møtir og Dagsglæmuna. Tú var ein gudrøkin kvinna, altíð klár at hjálpa, tá á stóð, vitjaði eldri fólk, einkjur og onnur, sum vóru einsamøll. Flestir vágbingar munnu eisini minnast tann flotta havan, sum tú trúliga røkti, heilt til tú flutti á Eldrasambýlið í 2008, 91 ára gomul. Tú var fegin um at vera komin har, hóast tú í fyrstani saknaði heim títt. Starvsfólkini vóru hjálpsom og góð við teg og tóku sær væl av tær, og har var tú, til tú andaðist, glað fyri lívið men nú troytt av døgum.
At enda vilja vit takka øllum teimum, sum vóru um mammu hennara seinastu tíð og hjálptu til í sambandi við jarðarferðini og ervið. Við hesum vilja vit lýsa frið yvir mammu.