í bólki 4 B, sum eru útróðrarbátar yvir 40 tons. Í gjár upplýsti reiðarin, Tummas Pauli á Løgmansbø, at báturin varð skrásettur í einum bólki, sum nevndist 4 D. Men nú er hann komin eftir, at tað er eitt [...] báturin settur í bólk 4 B, sum eru stórir útróðrarbátar. Og tað er hetta, sum fær formannin í Meginfelag Útróðrarmanna stutt og greitt at kalla hetta eitt stórt, politiskt svans. Vit koma at betala Chris Jan [...] Jan Michelsen sigur, at í hagtøliunum fyri komandi ár, koma vit sostatt at lesa, at tann besti báturin í bólki 4 B, sum eru útróðrarbátar yvir 40 tons, var West Freezer - sum altso er nærmari 300 tons.
allar føroyskar sendingar, og serliga tær, sum eru um veiðu og fuglalív. Filmir við spenningi, til dømis um inspektor Morse eru ikki at forsmáa. - Í Útvarpinum eru tað serliga Fimmarin og tíðindasendingarnar [...] At ummæla í Føroyum er torført. Vit eru ein lítil tjóð, har fólk kenna hvønn annan. Kortini er tað neyðugt at ummæla tað sum verður borið út, tí tað er einasti háttur vit kunnu gerast varug við, hvat kundi [...] enskar. Langar røðir tími eg ikki at hyggja at, so tað eru fleiri kvøld, har eg ikki hyggi at sjónvarpi, tá Dagur og Vika er liðug. - Heima halda vit Weekendavisen og har dámar mær sera væl at lesa filmsummælini
roknað við hesum. Vit hava øll tikið nøkur tung tøk og eru nærum snikkaleys komin burtur úr. - Vit mettu tá, at føroyska samfelagið fór at fáa óbótaligt mein av hópflytingini. Nú kunnu vit siga, at tað sum [...] sluppu ikki heim. Nú eru vit so dánt komin yvir eina kreppu, ið hevur ávirkað okkum øll so ella so og fólk flyta heimaftur. Hin staðfestingin, ið er úrslit av somu gongd, er, at vit hava ongantíð havt eitt [...] gongdini í fólkatalinum seinasta tíggju ára skeiðið kunnu vit gera tvær staðfestingar. Nettotilflytingin hevur ongantíð verið so høg í nýggjari tíð. Vit skulu heilt aftur til 1948 fyri at finna eina so høga
kundabólkar. Ungdómskundar, ið eru millum 18 og 20 ár koma nú inn á tryggingarstigini 4-6. Næsti bólkurin eru meginkundar, tað eru tey yvir 21 ár sum byrja í 7. stigi. Serkundar eru tey, sum hava koyrt í trý [...] at tú missir ikki bonus - at tú verður verðandi á lægsta stigi. ? Hetta hava vit gjørt, tí at vit meta, at tá tú ert komin niður á 11. stig hevur tú víst, at tú dugir at koyra, siga allir stjórarnir á [...] annað nýtt er, at nú eru tað ikki bara hjún, sum kunnu flyta bonus millum sín. Nú krevur Tryggingarfelagið ikki av fólki, at tey skulu vera gift fyri at fáa bonus frá høvrjum øðrum. Eru tað tvey fólk, sum
dansinum, tí tað er so gott at fáa variatión í dansin, heldur hann - og leggur afturat: ? Vit eru glað fyri, at vit fóru við? Vilja eisini hava nýbyrjarar Siri og Gunnhild siga, at tær fegnar vilja hava, [...] fingið. ? Tangodansurin er komin fyri at vera, siga tær báðar við ein munn. Tær siga frá, at tá tær skipaðu fyri tí fyrsta skeiðinum í august í fjør var luttøkan sera stór. ? Vit høvdu roknað við, at eini [...] tangodansinum, tá vit frættu um dansiskeiðini. Árni sigur, at hetta var sera spennandi, og rættuliga øðrvísi, enn tað, tey kendu til. ? Hetta er jú ein nýggjur dansur her heima. Musikkin hava vit sjálvandi hoyrt
finna eitt líknandi dømi. Men vit mugu samstundis staðfesta, at bert ein av hvørjum tíggju sum fluttu, eru komin aftur. Hvat so við hinum, ið ikki eru komin aftur? - Tey skulu vit síggja sum møguligir tilflytarar [...] í tráð vit tað sum er galdandi uttanlands. Annars fáa vit ikki gagnnýtt tilfeingið sum er hesi fólkini. Henda humana kapitalin, sum vit eiga á bók í útlondum. Skulu vit hava tey aftur mugu vit ikki skrúva [...] Og tey eru Suðuroyggin, Sandoyggin og Vágoyggin. Ikki at tala um Fugloynna og Mykines, ið eru komin niður um kritiska punktið. Fólkatalið minkar stútt og spurningurin er bara um ár, tá plássini eru fólkatóm
eisini skulu veljast í nevndir og ráð, hoyrdu vit javnan, at tað eru ongar kvinnur, sum vilja. Nú eru vit komin eitt stig longri, har vit siga, at tað eru kvinnur, sum vilja. Tað ræður bara um at peika [...] Tá ið talan er um starvið, sum eg nú havi, er stór kapping um leiðarastørvini. Hóast vit eru tríggjar kvinnur, sum eru stjórar undir aðalstjóranum í Almanna- og heilsustýrinum, er økið annars ikki kvinnuráðandi [...] áðrenn eg havi søkt eitt nýtt starv hava vit tosað saman heima um, hvussu vit skulu skipa okkum. Fyri samvitskuna hjá einum sjálvum er tað lættari, nú børnini eru vaksin. Tá ið tey vóru smá merkti eg á teimum
Viðski í tí smáa, nakrir og tjúgu útisetar tóku seg saman og fóru av stað úr Danmark. Nógv teirra eru komin heim aftur at búgva, og fyri at savna fólkini saman er uppgávan í ár at skipa fyri ferðini latin [...] 250 km av tryggum skíðbrekkum, tað sum eisini verður rópt pistir. Har eru 70 bláar, 130 reyðar og 50 svartar skíðbrekkur, tær bláu eru lættast. Hægsta fjallið er 2800 m høgt og ferðalagið fer at búgva 20 [...] samband við eitt danskt skíðfelag, sum hevur fólk á staðnum. Hesi eru ferðaleiðarar og kenna skíðsøkið væl og virðiliga. Undanfarin ár eru tað limir í Viðski, sum hava lagt ferðina til rættis. Og ein teirra
umframt tey eru tvey foreldraumboð í nevndini. Arbeitt hevur verið við málinum í tvey ár. Tað hevur mangan verið møðsamt, tí nevndin rendi seg alla tíðina í trupulleikar. Betta og Eyðgunn: ? Vit eru báðar nýggjar [...] hevur sitið í býráðnum av og á sum tiltakslimur. Vit dugdu heldur ikki so væl at góðtaka at alt tekur so drúgva tíð, eitt nú at fáa loyvir o.a. í rættlag. ? Vit fingu eisini nógvar fyrispurningar frá foreldrunum [...] hollar royndir, og tað er einamest tað, vit hava lært av býráðsarbeiðinum hesa tíðina, sigur tær báðar. Tilsamans 246 børn hava nú ansingarpláss í Klaksvík. 110 pláss eru í Dr. Margrethes barnagaðinum, 70 í
sum verða álagdar henni, sigur Marjun Hanusardóttir. Samanbera vit við Grønland, so eru 500 fólk í miðfyrisitingini har, meðan tað eru umleið 150 starvsfólk starvsfólk í okkara miðfyrisiting. ? Hetta [...] fakøki. Størv uttan fyri eru løgd inn í miðfyrisitingina . Eitt nú er gamla skúlafyrisitingin nú partur av Undirvísingar- og mentamálastýrinum, og partar av almanna og heilsumál eru løgd undir Almanna og [...] aðalstýrini og landsstýrið. Øll mál, sum skuldu liggja í hesum stjóraembætinum eru tikin burtur, og at bert starvsfólkamál eru eftir at umsita. Tað vil Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, ikki geva grei