og Jóhan var føddur nakrar mánaðir eftir, at tey vóru flutt til Havnar at búgva. Í Klaksvík búði Niels Vang í trettan ár, og tá ið hann giftist við Didduni, bygdu tey húsini, sum standa dygst norðanfyri [...] saman við øðrum. Síðani fór hann í holtur við matvøruhandil á Ingetrøð. Har leigaði hann kjallara til handil, og síðani keypti hann grannahúsini, sum familjan fyrrapartin av fimti árunum búsettist í. Tá [...] Framburðsfelag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi. Í 1972 var hann uppstillaður til býráðsvalið. Honum restaði eina atkvøðu í at verða valdur. Jóhan var okkurt skifti í býráðnum sum eykamaður
Havn. Tó treivst hann altíð avbera væl hjá Issalinu Linklett á Stongunum í Klaksvík. Seinni giftist hann eisini til Klaksvíkar við Solveig og eiga tey tvær døtur. Abbabørnini eru trý í tali og eitt langabbabarn [...] Ternuni I um Leirvíksfjørð, og síðani, í eitt stytri tíðarskeið, við Trónda um Skopunarfjørð . Frá 1989 til 1996 var hann skipari á Rituni um Nólsoyarfjørð. Jóhan fylti 67 ár 18. juli og fer sostatt frá fyri [...] nakað friðarligt umborð á Dúgvuni ta fyrstu tíðina, og saknur fer at verða í hansara skemtiligu og til tíðir stak beinraktu viðmerkingum. ? Ferðafólk, nú eru bert tveir ferðaseðlar eftir, so nú ræður um
tøtingarvirkinum Snælduni á Strondum. Og í 1959 fór hon niður til Danmarkar at arbeiða sum gongsgenta á KFUM í Keypmannahavn. Í 1960 giftist hon við Henry Jarnskor úr Norðagøtu, og búsettust tey á Strondum [...] tiltøkum. Ein heilsan til konu mína Jóhonnu Jarnskor á 65 ára føðingardegnum 16. og 45 ára brúdleypsdegnum 18. desember 2005 1.Eg kvøðu fram bera tær vil tú seksti fimm ert komin til tú ert tað besta mær [...] høgt í metum verða skal. 5.Vit Harrans signing fingu við Og leitt hann hevur hvørt eitt stig Tí tøkk til hansara vit senda Hann verður við oss inntil enda. Heilsan maður tín Myndatekstur: Jóhanna og Henry
Jóhanna er fødd í Saltnesi og búði har hjá foreldrum sínum saman við sínum 6 systkjum til hon var 12 ára gomul, tá fór hon til ommu sína, sum búði á Tippinum í Rituvík. Meiningin var, at hon bert skuldi vera [...] tíð fyri at hjálpa ommu síni, men tíðin leið, og hon bleiv verandi í Rituvík. 25. november í 1937 giftist hon, 21 ára gomul, við Joen Jacob Petersen, sum var úr Rituvík. Tey giftust inn á Tippinum, har hon [...] meðan hann tað nógva av tíðini, hevur verið burtur, hevur hon sjálv verið heima og røkt børn og hús til lítar. Eftir at hava verið giftur við Jóhonnu í 59 ár, andaðist Joen Jacob í 1996. Sostatt náddu tey
fór Jóhanna Maria í starv á Bileftirlitinum og starvaðist har, til hon á sumri í 2007 fór í Eik-bankan. Hon plagar skemtiliga at taka til, at henni dámar betur at fáast við pengar enn bilar. Jóhanna Maria [...] sangum, teir flestu til merkis- og hátíðardagar. Samkoman í Ebenezer hevur verið hennara andaliga heim, og hevur hennara partur heldur ikki ligið eftir har. Nú fríggjadagin giftist dóttirin Ingunn við [...] føðingardagsbarnið Jóhannu Mariu í móðirættina, var Elsa Jensen (f. Clementsdatter) av Sandi. Hon giftist við Jóhannesi Jensen úr Dímun. Tey vóru 3. húskið, ið búsettust í Skopun á heysti 1836. Jóhanna Maria
hetta var betri egnað til baking enn smør. Men pápin visti als ikki, hvat margarin var fyri nakað! Útflutningur av ull og fjøður Ullin kom tá til sættis. Ein partur var spunnin til tógv, sum so var antin [...] lundafjøður, og var hetta eitt gott ískoyti til húsarhaldið. Postur sum ørindi Fyrst Jóhanna Mathea mintist, kom postur als ikki til Trøllanesar. Hann kom ikki longur enn til Mikladals. Men hetta var eitt gott [...] Matheu kvalifiseraða til at seyma fyri tey fínu í København. Jóhanna Mathea var millum annað við til at seyma kjólan hjá Alexandrinu drotning, ommu Margretu, sum hon nýtti til forlovilsisveitsluna
Sogns Kommune í 1918 Tað tók drúgva tíð frá tí at kvinnu fyrstu ferð kundu veljast á ting í 1918, til Jona Henriksen sum fyrsta kvinna fekk fast sæti á Føroya Løgtingi í 1975. Hon fekk sæti tá sum varafólk [...] Tað haldi eg vera spell. Tí hetta var longu sama árið, sum kvinnur á fyrsta sinni sluppu at velja til løgtingsval, sigur Tryggvi Sondum, sum er ommusonur Jóhonnu Mortensen. Johanna Carolina Mortensen f [...] lærarar. Jóhanna starvaðist sum lærari við kommunuskúlan í Quillingsgarði í Havn í eini 8 ár. Í 1895 giftist hon við Daniel Johan Mortesen, skipara, í Froðba, og tey settu búgv á Tvøroyri við Sílánna. Á Tvøroyri
arbeiddi eitt nú hjá Kanjon og var við til at byggja fleiri kaiir í Klaksvík, og so arbeiddi hann hjá soninum Jógvani, sum hevði egna byggifyritøku. Jóhannes Alfred giftist í 1950 við Lydiu fødd Klein og ættað [...] eru bygdar til eldri fólk. Teir tríggir brøðurnir í Ovasta húsi í Svínoy eru allir sangglaðir, musikalskir og spældu uppá. Lydia var eisini musikalsk og góður sangari, og tí er einki at siga til, at tað eisini [...] Sanatorinum. Børnini vuksu fyri tað mesta upp í Ovasta húsi hjá mostrini Elisabeth. Jóhannes Alfred hoyrir til tey stillu í landinum. Tá ið hann fór úr skúlanum fyrst undir krígnum, vóru eingir møguleikar at sleppa
var somuleiðis ein framúr stuðul hjá sínum hálvsystkjum. Var tørvur á hjálp til eitt ella annað, so var Jóhannes altíð til dystin fúsur, um tað so var at vera barnagenta ella hvat hann kundi vera. So [...] Kristian. Langabbin var tann tiltikni Kristjan á Skála. Rakst hevur fólkið verið, sum tað verður væl lýst í hesi frásøgn. Hesin eginleiki er eisini farin í arv! Tað ber til at heilsa uppá Jóhannes í Bethania [...] sum doyði í 1937 av nátasjúkuni. Bert í Porkeri doyði 5 konur í besta aldri hetta heystið. Seinni giftist Hans Pauli upp aftur við Bettu f. Heinesen, og tey fingu børnini Karin, sum doyði sum smágenta, Karin
og Jákup Poulsen av Eiði. Frá smádreingi av hevði Jóhannes hug til sjógvin og til fiskiskap, og fór hann tí ungur til skips. Hann sigldi til dømis við Galway, Lítlu Emmu og Slatrinum. Honum dámdi væl at [...] ár, og tað bar væl til hjá honum. Hesa tíðina seldi hann nógvan fisk í Vágsbotni. Umframt at rógva út lossaði hann eisini á kajuni. Men í 1959 avgjørdu hann og konan, Elin, at flyta til Danmarkar saman við [...] kolonihava, sum hann gjørdi til ein vakran urtagarð. Hann var so dugnaligur, at hann fekk fleiri heiðurslønir fyri sín fram úr vakra urtagarð. Hann hevði hendan kolonihavan, heilt til hann var 84 ára gamal.