Jóhanna er fødd í Saltnesi og búði har hjá foreldrum sínum saman við sínum 6 systkjum til
hon var 12 ára gomul, tá fór hon til ommu sína, sum búði á Tippinum í Rituvík. Meiningin
var, at hon bert skuldi vera har eina stutta tíð fyri at hjálpa ommu síni, men tíðin leið, og hon
bleiv verandi í Rituvík.
25. november í 1937 giftist hon, 21 ára gomul, við Joen Jacob Petersen, sum var úr Rituvík.
Tey giftust inn á Tippinum, har hon búði frammanundan, og búðu so har saman
við ommu og mammubeiggja Jóhonnu. Joen Jacob og Jóhanna fingu 9 børn saman; 3 gentur
og 6 dreingir, harav 8 av teimum eru á lívi í dag.
Tey, sum kenna J óhonnu vita, at hon hevur verið ein avbera arbeiðssom kvinna, sum avgjørt
ikki hevur ligið á latu síðu, tvørturímóti. Hóast hon hevur verið lamin, síðan hon var fødd, og
hevur máa livað við pínu, serliga í mjødnini, dagliga, so hevur hon stríðst, og sum sagt borið 9
børn. Joen Jacob var sjómaður, og meðan hann tað nógva av tíðini, hevur verið burtur, hevur
hon sjálv verið heima og røkt børn og hús til lítar.
Eftir at hava verið giftur við Jóhonnu í 59 ár, andaðist Joen Jacob í 1996. Sostatt
náddu tey ikki diamantbrúdleypinum.
Jóhanna hevur verið serliga røsk at binda, og ikki er tal á hvussu nógvar hosur, skóleistar,
skipstroyggjur, undirtroyggjur osfr. hon hevur bundið tilsamans millum ár og dag. Henni
dámar enn væl at sita við stokkum millum hendurnar og binda hosur. Jóhanna hevur eisini
gjøgnum árini bakað mongdir av góðum pannukøkum og inntil fyri stuttum hevur hon
knoðað síni egnu breyð.
Jóhanna er sera fitt og blíð av lyndi, og mangar góðar løtur hava vit havt yviri á Tippinum.
Tá man er komin inn á vitjan, hevur bert gingið ein lítil løta, so hevur ein stakkur av
góðum, nýbakaðum pannukøkum staðið á borðinum.
Nú Jóhanna hevur nátt henda høga aldur, sær ættartalva hennara soleiðis út: 9 børn, 22
ommubørn, 33 langommubørn og 6 oldurommubørn.
Góða omma og langomma, takk fyri alt tú ert fyri okkum. Hjartaliga tillukku við degnum og
Guds ríku signing.
Ynskja vit á Skipanesi










