Jóhan Páll er elstur av teimum fimm børnunum hjá Gretu og Levi Joensen. Systkini eru Malan, Jóna og Rógvi, sum øll búgva í Klaksvík og Mirjam, sum býr í Runavík.
Jóhan Páll hevur frá barnsbeini av dámað væl at flotið. Tey fyrstu árini var tað við opnum báti á og av Borðoyarvík, og tá ið hann var fjúrtan ára gamalur, mynstraði hann fyrstu ferð. Frá 1970 og til 1973 sigldi hann við hekku- og flakatrolarunum Stellu Karinu og Stellu Kristinu. Skiparar vóru Martin Sivertsen og Hallur Laksáfoss. Áðrenn hann í januar 1974 fór upp á skúla, var hann nakrar túrar við Mýlingi, sum Dánial Johan Godtfred førdi.
Í januar 1977 leyk Jóhan Páll skipsføraraprógv. Tá mundi hann vera ein tann yngsti, sum hevði lokið hægstu nautisku útbúgvingina á Føroya Sjómansskúla. Jóhan Páll var eitt ár 2. stýrimaður við Nónhamri, sum Jaspur Klakkstein og Martin Sivertsen førdu. Frá á heysti í 1978 og eitt ár fram var hann 1. stýrimaður við Froyi, sum Harry á Lakjuni førdi, og 15. oktober í 1979 mynstraði hann fyrstu ferð sum skipari við Vesturvón. Har var hann skipari í trettan ár, og harvið var hann nógv tann størsta partin av hesi tíðini í Barentshavinum. Í 1992 legðist Jóhan Páll uppi. Tá hevði hann tó verið heima skúlaárið 1989-90, tá ið hann gekk í hægri handilsskúla á Kambsdali.
Um tað mundið, tá ið Jóhan Páll legðist uppi, vóru størstu broytingarnar í føroyska vinnulívinum í nýggjari tíð. Fyrsta avbjóðingin hjá honum, minti nógv um hana, hann sum skipari á Vesturvón hevði fingist við. Jóhan Páll varð stjóri á Handils&Frystivirkinum í Fuglafirði, sum Skipafelagið Føroyar átti, og sum Føroya Banki tá umsat. Umframt ábyrgdina fyri framleiðsluni í Fuglafirði hevði hann eisini ábyrgdina av flakavirkinum Lynfrost.
Á heysti í 1992 var fyrsti stoyturin, og í oktober 1993 sá Fiskavirking dagsins ljós. Jóhan Páll varð leiðari fyri virkjunum í Havnini, Vestmanna og á Eiði, men hann var bara fáar dagar í tí starvinum. Í november 1993 varð Kósavirkið endurreist. Jóhan Páll Joensen og systkinabarn og dyggi samstarvsfelagi hansara bæði á sjógvi og landi, Jóhan David Joensen, keyptu virki saman við Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Norðoya Sparikassa. Jóhan Páll var stjóri í felagnum fram til á vári í 1998.
Hann hevði tá saman við øðrum stovnað íløgu- og sølufelagið Maru Seafood, sum hann var stjóri í. Felagið eigur Norðís á Eiði, Vestís í Sørvági og Eystís, sum er fyrrverandi Sammutt í Klaksvík. Í nøkur ár áttu teir eisini Suðurís í Hvalba. Hjá Maru Seafood og virkjunum, sum felagið eigur, arbeiða umleið 80 fólk.
Jóhan Páll kom næstan samstundis sum Jørn Astrup Hansen upp í bankavirksemið í Føroyum. Astrup kom í Sjóvinnubankan í februar í 1993, og Jóhan Páll kom í nevndina í Sjóvinnubankanum seinni á árinum. Í apríl 1994 vórðu bankarnir samanlagdir. Astrup gjørdist stjóri, og Jóhan Páll gjørdist nevndarformaður í nýggja Føroya Banka, og tí formanssessinum situr hann framvegis í.
Í 1996 varð Jóhan Páll Joensen valdur í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og síðani aðalfundin í fjør hevur hann verið formaður í nevndini.
Tá ið JFK Trol varð endurreist um ársskiftið 1992-93 gjørdist Jóhan Páll nevndarformaður. Svend Thulesen var stjóri. Jóhan Páll sat í tí sessinum inntil aðalfundin í 1996. Um ársskiftið 1993-94, tá ið nógvu og stóru byltingarnar vóru í Fiskasøluni, varð Jóhan Páll valdur í nevndina har, og har sat hann í feløgunum í Føroyum, Danmark og Onglandi. Í 1995 var nógvur turbolensur, tá ið hann saman við Uhrenholt keypti felagið í Grimsby.
Jóhan Páll hevur sitið í fleiri øðrum nevndum. Eitt nú var hann frá 1993 og fram til 2001 nevndarlimur í Fiskamarknaði Føroya.
Í frítíðini plagdi Jóhan Páll at dáma væl at flóta. Hann eigur framvegis bát, men nú er kanska longri millum túrarnar út av Borðoyarvík. Hóast hann hevur nógv um at vera, so eigur Jóhan Páll ikki part í at vera strongdur og alt tað, sum hoyrir til hjá teimum, sum kenna seg at hava ov nógv um oyruni. Honum dámar væl at spæla innandura fótbólt, hann er íðin KÍ viðhaldsmaður, og sangur fyllir nógv í frítíðini. Hann syngur bæði í Betesdakórinum og í 17 sangarum, og ivaleyst er kvartettin Vitin hjartabarnið hjá honum. Saman við hinum kvartettsangarunum og teimum, sum spæla undir, hevur hann seinastu árini skipað fyri væl umtóktum sangtiltøkum í hallum kring alt landið.
Jóhan Páll Joensen giftist í februar 1977 við Rutt Norðoy, sum eisini er ættað úr Klaksvík. Tey bygdu á Hædd, og tey eiga trý børn - Levi, Nanna og Vár. Levi, sum er giftur Irdi Ragnarsson úr Klaksvík, býr í Klaksvík, Nanna, sum er gift David Lukama úr Sambia, býr í London, og Vár býr heima hjá foreldrunum. Jóhan Páll eigur ein abbason og eina abbadóttir.