Sum ung arbeiddi Jóhanna á tøtingarvirkinum Snælduni á Strondum. Og í 1959 fór hon niður til Danmarkar at arbeiða sum gongsgenta á KFUM í Keypmannahavn.
Í 1960 giftist hon við Henry Jarnskor úr Norðagøtu, og búsettust tey á Strondum og eiga fýra børn: Bergljott, sum býr á Strondum, John Paula, sum býr á Bornholm, Bent Leo, sum býr á Strondum, og Eydnu, sum býr á Strondum. Jóhanna og Henry eiga 5 barnabørn.
Jóhanna var heimagangandi húsmóðir, meðan børnini vóru smá, og fyri nøkrum árum síðan fekk hon reingerðingsarbeiði á flakavirkinum Vaðhorn á Strondum. Hon hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði innan ítróttin við at stuðla við bingo og øðrum tiltøkum.
Ein heilsan til konu mína
Jóhonnu Jarnskor
á 65 ára føðingardegnum 16. og 45 ára brúdleypsdegnum 18. desember 2005
1.Eg kvøðu fram bera tær vil
tú seksti fimm ert komin til
tú ert tað besta mær er hent
frá fyrsta degi væl tað kent.
2.Vit møttust ung á lívsins veg
Tað var jú eydnan fyri meg
Ei betri vív at finna er
Tað sanni eg sum tíðin fer.
3.So tekkilig og von ert tú
Lív mítt tú hevur ríka nú
Mær fýra børn í heim tú bar
Øll eru okkum líka kær.
4.Tú hevur stuðul verði mær
Alt greitt úr tínum hondum var
Várt heim tú skipaði so væl
Tú høgt í metum verða skal.
5.Vit Harrans signing fingu við
Og leitt hann hevur hvørt eitt stig
Tí tøkk til hansara vit senda
Hann verður við oss inntil enda.
Heilsan
maður tín
Myndatekstur:
Jóhanna og Henry Jarnskor










