una í Havn. Stílurin í hesi standmynd er klassiskur og tað sama er galdandi fyri bringumyndirnar hjá Andriasi, sum eru framsýndar á Heystframsýningini. Nú er tað als ikki tí, at vit svimja í klassiskari [...] i. Anker Mortensen er kanska í somu ørindum, men á heilt øðrvísi hátt. Svart er vorðið høvuðslitur í fleiri av hansara verkum. Hóast svart er ein litur uttan ljósvirði, eydnast tað allíkavæl Anker at nýta [...] at Rannvá er farin eitt stig longur á ferðini í dreymaverð, men ynskiligt hevði verið at sæð fleiri av hennara verkum; tað er langt síðani, hon hevði serframsýning her heima. Samanumtikið er støðið á
Farmur má ikki flytast við teimum. Hendir tað, verða tey løgd við brestin. At tey bunkra og proviantera sum vanligt, er ikki heilt rætt kortini, hóast tey gera tað. Tað verður nevniliga gjøt undir eftirliti [...] sigur skrivarin hjá Havnar Arbeiðsmannfelag. Fólk frá feløgunum er við, tá teir proviantera, fyri at tryggja sær, at teir ikki taka annað enn tað, sum brúk er fyri, umborð. At bussar og strandfaraskip fáa [...] Verkfall Bygdaleiðir, sum koyra í Eysturoy og Norðoyggjum eru steðgaðar. Orsøkin er stutt og greitt, at einki brennievni er eftir, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins
verða lýst leys. Landssjúkahúsið hevur við hesum mist starvsfólk við nógvari vitan og royndum, og tað er ein stórur vandi fyri, at hesin trupulleikin bert økist munandi, um ikki nakað verður gjørt nú. Leiðslan [...] fundin, stendur millum annað. Deildirnar eru ikki mannaðar nóg væl, tá hugsað verður um røktartyngd. Tað hevur verið økt arbeiðsbyrða í longri tíð, og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar siga seg nú koyra uppá síðstu [...] kemur at samsvara við arbeiðsbyrðuna. Hetta kann m.a. gerast við at seta fleiri starvsfólk, ella um tað ikki letur seg gera at minka seingjartalið á deildunum. Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar eru farnir úr
samfelagskjakinum. Samfelagið krevur nógv av okkum og avleiðingin er sjálvsagt, at vit mugu krevja nógv av okkum sjálvum. Tað er tó eyðsýnt, at tað eru fleiri og fleiri, sum júst av hesi orsøk gerast strongd [...] gevur viðurkenning og fær tað serstaka í hvørjum einstøkum at blóma. At kenna okkara pláss og síggja stórt í hvørjum øðrum, vísa áhuga, geva uppiborið rós - eins og rís eisini er neyðugt, um vit skulu mennast [...] veruleikanum eru. Øll eru serstøk. Hetta er ein almenn grundleggjandi áskoðan øll í framkomna heiminum eiga at hava. Spurningurin er bara, um vit duga at síggja hetta í hvørjum øðrum og í okkum sjálvum - og við
ini frá einum háli til annað. - Kanningin er skipað sum felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Danmark og Íslandi. Grønland var ikki við í ár. Fiskifrøðingurin heldur, at tað enn er ov tíðliga [...] á, at makrelurin er at finna longur norðuri enn undanfarin ár, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni. Kanningarnar benda á, at útbreiðslan av makreli er meira ójøvn í ár [...] tíðliga at siga nakað um samlaðu nøgdina av makreli. ##med2## - Tølini frá øllum luttakandi skipunum verða tald saman, og eitt vísital verður roknað út, sum so verður partur av stovnsmetingini síðst í
· Fyrimunir við avmarkaðum útboði er, at kommunan kann spara útreiðslur í samband við meting av tilboðum, av tí at talið av tilboðum, ið koma inn er avmarkað. Tað er meira umráandi at flest møguligar skikkaðar [...] Hetta so at álit frá fyritøkum í kommununi, heldur enn ivin myndar skipanina útattil. · Ein fyrimunur við avmarkaðum útboði er, at eitt færri tal av fyritøkum skulu undir at gera tað umfatandi og kost [...] kr. 50.000 upp í kr. 800.000: Minst tvey tilboð skulu umbiðjast Bert at biðja um tilboð frá tveimum fyritøkum er ov lítið, og eigur hetta at økjast til minst fýra skikkaðar fyritøkur, um hesar eru tøkar
verða framleidd størri enn áður, sum eisini er torførari. Smoltgóðskan er ment munandi, síðani fyrstu stóru smoltini vórðu latin frá smoltstøðini á Strond. Nú er farið undir næsta stig, sum snýr seg um at [...] einstøku aliøkjunum er mettur í mun til, hvør laksastamma verður nýtt, hvør smoltstøð hevur framleitt smoltini, smoltstødd og nær á árinum tað er ráðiligt at seta út í økinum. Niðurstøðan er, at Bakkafrost [...] ársfjórðingi 2024, og tá ið smoltstøðin er liðug, umleið trý ár seinni, verður møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 24 milliónir smolt árliga á 500g, sum greitt er frá í 5-ára íløguætlanini. Sjógvalingin í
um sum skal gera sjálvan tunnilin. Og nógv dýrari verður tað neyvan. Tað snýr seg um at samskipa tvær arbeiðstøkur, og tað ber væl til. Tað er roynt áður við góðum úrslitum í tunnilsarbeiðum; m.a. tá [...] Hetta er eftir mínum tykki ein fínur máti at stuðla upp undir lokalt vinnulív og teimum, sum annars høvdu havt áhuga í einum slíkum útboð. Jørgen Niclasen sigur frá, at Landsverk hevur boðað frá einari [...] nógv dýrari loysn, um verkætlanin verður býtt sundur. Hvussu stórur munurin er, verður einki sagt um. Hesum pástandi (tí at hetta er vist ein pástandur) eri eg ikki samdur í, tí 1.400 m av tilkoyringarvegi
kallast eitt dagligt fyrikomandi mál, sum er arbeiðsøkið hjá formanninum og tí skuldi tað verið lagt fyri nevndina. Og sum tað sæst á hinari greinini, er tað nettupp tað, sum næstformaðurin í Fiskimannafelagnum [...] skips á føroyskum kjøli. - Teir spurdu ikki okkum um tað var rætt, sum teir gørdu, so tað má ganga báðar vegir, er svarið frá Jan Højaard. Annars er brævið, har teir verða burturvístur, rættiliga stuttorðað [...] teir sluppu at siga sína hugsan. Tað halda menninir, átti at verið eitt minstakrav tá ið hugsað verður um, hvussu álvarligar avleiðingar ein burturvísing hevur, tí tað merkir í veruleikanum, at teir sleppa
um serskattir og skatt er nakað, sum Fíggjarmálastýrið leggur til rættis. Nú landsstýrið hevur viðgjørt málið fer tað víðari til limirnar í samgonguflokkunum. Seinni verður tað so lagt fyri tingið. Ráðstevna [...] hevur tosað við, siga seg vóna, at útbjóðingin er klár, tá skipað verður fyri eini ráðstevnu í Aberdeen seinast í mánaðinum um nettupp Føroyaøkið. Tað er fyritøkan Euroforum, sum skipar fyri hesum tiltakinum [...] r í oljuvinnu við lærda háskúlan í Aberdeen og Peter Rattey frá BP Amoco. Sosialurin skilur, at undirtøkan er stór fyri ráðstevnuni, sum er tann fyrsta av sínum slag. Roknað verður við, at umboð fyri mong