Hóast einki einvíst svar kunnu vit væl spyrja, hvat í lívinum hevur størst ávirkan á persónsmensku okkara, og hvat ger okkum til serstakt menniskja, vit í veruleikanum eru. Øll eru serstøk. Hetta er ein almenn grundleggjandi áskoðan øll í framkomna heiminum eiga at hava. Spurningurin er bara, um vit duga at síggja hetta í hvørjum øðrum og í okkum sjálvum - og við hesum læra at síggja stórt í frælsa lívinum, og alskyns møguleikunum, sum liggja í og uttan um okkum.
Strongd, og fólk, sum kenna seg útbrend, eru kend evni í samfelagskjakinum. Samfelagið krevur nógv av okkum og avleiðingin er sjálvsagt, at vit mugu krevja nógv av okkum sjálvum. Tað er tó eyðsýnt, at tað eru fleiri og fleiri, sum júst av hesi orsøk gerast strongd og kenna seg útbrend og megna ikki vísiliga at liva gerandisdagin. Hetta gerst við tíðini ein samfelagstrupulleiki, tí samfelagið fær ikki sum mest burtur úr serstaka, skapandi og mennandi borgarunum.
Í bókini “Du har rørt ved mit hjerte” koma Møllehave og Pettersson í samrøðu inn á júst hetta evnið - at vera útbrend. Pettersson vil vera við, at orka er sjálvskapt. Meir vit arbeiða, meir viðurkenning fáa vit og hetta virkar til økta orku. Um vit arbeiða nógv í einum spennandi viðurkennandi umhvørvi, sum vit trívast í, kunnu vit møðast, men verða ikki útbrend. Tí er hann rættiliga ivingarsamur, tá ið tosað verður um, at fólk eru útbrend. Heldur enn at vit onga orku hava eftir í okkum, eru tað frustratiónir og mótloysi, sum skapa hesa kenslu, heldur Pettersson. Okkum mangla neyðugu viðurkenningina fyri tað vit gera. Um vit bara oysa av okkara egnu orku, uttan tó onkursvegna at fáa hana aftur - kanska við gevandi viðurkenning - , kennist tað, sum um vit brenna út.
Trupulleikin gerst eisini størri, um vit ikki kenna okkum at taka lut í felagsskapinum ella umhvørvinum ella ikki eru vís í okkara egna leikluti. Hetta er jú avgerandi fyri neyðugu persónligu viðurkenningina.
Og eg siti bara og nikki. Hetta kenni eg alt aftur og eg eri vís í, at hetta kenna øll. Hetta er menniskjaligt. Vit eru sosialar verur, sum skulu vera virkin, áhugað, eldhugað og hava á somu tíð brúk fyri onkrum slagi av felagsskapi, viðurkenning og móti til tess at fáa at eitt gott og spennandi lív, sum á ein ella annan hátt gevur meining.
Hugsast kann, at vit mugu skapa eitt mennandi arbeiðsumhvørvi, sum gevur viðurkenning og fær tað serstaka í hvørjum einstøkum at blóma. At kenna okkara pláss og síggja stórt í hvørjum øðrum, vísa áhuga, geva uppiborið rós - eins og rís eisini er neyðugt, um vit skulu mennast og koma víðari - kenna okkara styrkir og avmarkingar, og krevja eina greiða, ítøkiliga og miðvísa arbeiðsætlan. Hetta er krevjandi, men avgerandi krøv, um vit sum samfelag skulu fáa mest burtur úr persónliga potentialinum.
Vit eru sum kør, sum skulu fyllast við móti. Um tað ikki verður fylt á, standa vit einsamøll og fáa eina kenslu av at vera virðisleys, tóm ella útbrend - heldur enn brennandi og mennandi.










