Í minsta lagi fýra fólk eru deyð í ódnarveðri, sum hevur herjað Japan teir báðar seinastu dagarnar. Ódnarveðrið brast á á Tokyo-leiðini og herjar nú norðara part av oynni Honshu og tað mesta av oynni Hokkaido [...] nógv regn við sær. Í Tohoku hava meiri venn 130.000 húski ongan streym. Streymslitið gjørdi eisini, at køliskipanin til eitt kjarnorkuverk steðgaði, men tað eydnaðist at fáa hana aftur í gongd, áðrenn nakar
Í minsta lagi fimm fólk eru deyð í einum jarðskjálvta í Filipsoyggjunum í nátt, og 29 fólk eru ikki komin afturíaftur. Jarðskjálvtin, sum var 6,8 á Richterstiganum, hevði miðdepil einar 70 kilometrar norðan [...] myndugleikarnir í Filipsoyggjunum sendu kortini ávaring út. Teir amerikonsku serfrøðingarnir halda fast um, at vandin fyri flóðaldu er sera, sera lítil, eftir sum miðdepilin í jarðskjálvtanum var í einum sundi
váttaðu í gjárkvøldið, at fyrrverandi republikanski senatorurin Ted Stevens er deyður í einari flogvanlukku har vesturi í Alaska. Tað er eitt sindur ógreitt, um átta ella níggju fólk vóru í flogfarinum [...] at fimm eru deyð, og at tann 86 ára gamli Ted Stevens var ein teirra. Ted Stevens stillaði uppaftur til Senatið fyri tveimum árum síðani, men bleiv ikki valdur. Reuters og AFP skrivaðu í gjárkvøldið, [...] at fyrrverandi NASA-stjórin Sean O´Keefe og sonur hansara vóru í flogfarinum, og at báðir sluppu við lívinum. O´Keefe er í dag stjóri fyri teirri norðuramerikonsku deildini av evropeiska rúmdarsamtakinum
ringasta í mong ár og hevur oyðilagt vegir og jarnbreytir, og fleiri bygdir eru lagdar í oyði. Stór landbúnaðarøki standa undir í vatni, og elveitingin er farin nógvastaðni. Ringast stendur til í Khyber [...] Tað ógvusliga monsunregnið í útnyrðingspartinum av Pakistan teir seinastu dagarnar hevur kravt í minsta lagi 837 mannalív. Harafturat eru fleiri túsund løstað, og fleiri tíggjutúsund eru vorðin heimleys [...] Khyber-Pakhtunkhwa-landspartinum. Har eru minst 400 fólk deyð, og umleið 400.000 hava mist hús og heim. Fleiri útlendskir hjálparfelagsskapir hava lovað Pakistan hjálp, og USA hevur latið fleiri tyrlur, sum
fekk løgreglan í Nuuk fráboðan um, at húsaófriður hevði verið í einari íbúð í býarpartinum Nuussuaq í Nuuk Tá løgreglan kom á staðið varð staðfest, at ein 43 ára gomul kvinna lá deyð í íbúðini. Ein tíma [...] gamal maður handtikin og skuldsettur fyri dráp. Maðurin var seinnapartin leygardagin í rættinum í Nuuk fyribils afturhildin í fýra vikur, meðan løgreglan kannar málið. Rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum
seinastu dagarnar. Næstan 300 fólk eru deyð í vatnflóðini, sum hevur herjað Teiland tær seinastu vikurnar, og sambært myndugleikunum er hetta tann ringasta vatnflóðin har í meiri enn 50 ár. [...] Í Teilandi er stór vatnflóð, og myndugleikarnir hava stúrt fyri, at áin, sum rennur ígjøgnum høvuðsstaðin Bangkok, skuldi leggja stórar partar av býnum undir í vatni. Men fyrrapartin hava myndugleikarnir [...] nir boðað frá, at vandin fyri vatnflóð í høvuðsstaðnum er ikki so stórur longur, tí at áin verður ikki størri, enn hon er. Bangkok er tætt við strondina. Har eru veitir og byrgingar, sum skulu verja býin
Ein harður jarðskjálvti var í nátt við ný sælendska býin Christchurch, sum er tann næststørsti í landinum. Myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 67 fólk eru deyð, men teir stúra fyri, at skjálvtin hevur [...] myndugleikarnir bera ótta fyri, at nógv fólk liggja undir rapaðum húsum. Í september í fjør var ein sera harður jarðskjálvti í Christchurch. Tann skjálvtin var 7,1 á Richterstiganum. Hann gjørdi stóran
Myndugleikarnir í Japan vita ikki, hvat er hent helminginum av teimum 19.000 íbúgvunum í havnarbýnum Minamisanriku, sum varð raktur av flóðalduni í gjár. Tíðindastovan Kyodo skrivar, at fyribils hava [...] boðað frá, at umleið 9.500 fólk í býnum eru ikki komin afturíaftur. Minamisanriku er á eysturstrondini norðan fyri býin Sendai og einar 450 kilometrar frá Tokyo. Fyrr í dag søgdu myndugleikarnir, at meiri [...] enn 700 fó0lk vóru funnin deyð, men at talið á deyðum kann gerast munandi størri, so hvørt sum bjargingarliðini taka seg fram til tey oyðiløgdu økini. Tíðindini um støðuna í Minamisanriku benda á, at metingin
enn dagin fyri. 57 sjúklingar lógu á intensivari deild, harav 34 lógu í respiratori. Síðan mars í fjør eru nú 999 fólk í Noregi deyð við koronu. [...] dagarnar hevur Noreg í miðal havt 2005 smittutilburðir um dagin, og teir sjey dagarnar frammanundan var miðaltalið 1609 um dagin. Tað merkir, at smittutølini í landinum eru veksandi. Í dag lógu 222 sjúklingar
heimasíður í kvøld, at smittan í landinum í løtuni er veksandi. Í dag liggja 37 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og tað eru fimm fleiri enn í gjár. Síðan farsóttin tók seg um í mars mánaði í 2020, eru [...] urðir staðfestir í Noregi. Tað er 164 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan. Miðaltalið av nýggjum tilburðum um dagin sjey teir seinastu dagarnar hevur verið 573 - og í vikuni fyri var [...] eru 811 fólk í Noregi deyð við koronu. 17 av teimum deyðu vóru yngri enn 50 ár.