2364 nýggir tilburðir í Noregi

Í løtuni liggja 34 fólk í respiratori, og higartil eru 999 fólk í Noregi deyð við koronu. 

Nú um midnáttarleitið hevur Noreg kunngjørt smittutølini fyri seinasta samdøgur, og hesi vísa, at landð hevði 2364 smittutilburðir seinasta samdøgur.

 

Hetta er 602 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg í miðal havt 2005 smittutilburðir um dagin, og teir sjey dagarnar frammanundan var miðaltalið 1609 um dagin.

 

Tað merkir, at smittutølini í landinum eru veksandi.

 

Í dag lógu 222 sjúklingar á norskum sjúkrahúsum við covid-19. Tað eru fýra sjúklingar fleiri enn dagin fyri.

 

57 sjúklingar lógu á intensivari deild, harav 34 lógu í respiratori. Síðan mars í fjør eru nú 999 fólk í Noregi deyð við koronu.