Amerikonsku myndugleikarnir váttaðu í gjárkvøldið, at fyrrverandi republikanski senatorurin Ted Stevens er deyður í einari flogvanlukku har vesturi í Alaska. Tað er eitt sindur ógreitt, um átta ella níggju fólk vóru í flogfarinum, men tíðindastovurnar eru samdar um, at fimm eru deyð, og at tann 86 ára gamli Ted Stevens var ein teirra.
Ted Stevens stillaði uppaftur til Senatið fyri tveimum árum síðani, men bleiv ikki valdur.
Reuters og AFP skrivaðu í gjárkvøldið, at fyrrverandi NASA-stjórin Sean O´Keefe og sonur hansara vóru í flogfarinum, og at báðir sluppu við lívinum. O´Keefe er í dag stjóri fyri teirri norðuramerikonsku deildini av evropeiska rúmdarsamtakinum EADS.










