720 nýggir tilburðir í Noregi

Í dag liggja 37 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og tað eru fimm fleiri enn í gjár.

 

 

 

Seinasta samdøgur eru 720 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Noregi. Tað er 164 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Miðaltalið av nýggjum tilburðum um dagin sjey teir seinastu dagarnar hevur verið 573 - og í vikuni fyri var miðaltalið fyri hvønn dagin 509.

 

Tað merkir, skriva norskar heimasíður í kvøld, at smittan í landinum í løtuni er veksandi.

 

Í dag liggja 37 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og tað eru fimm fleiri enn í gjár.

 

Síðan farsóttin tók seg um í mars mánaði í 2020, eru 811 fólk í Noregi deyð við koronu. 17 av teimum deyðu vóru yngri enn 50 ár.