Tað ógvusliga monsunregnið í útnyrðingspartinum av Pakistan teir seinastu dagarnar hevur kravt í minsta lagi 837 mannalív. Harafturat eru fleiri túsund løstað, og fleiri tíggjutúsund eru vorðin heimleys. Tíðindastovunar skriva eisini, at bjargingarlið leita eftir nógvum fólkum, sum eru horvin.
Monsunregnið hevur verið tað ringasta í mong ár og hevur oyðilagt vegir og jarnbreytir, og fleiri bygdir eru lagdar í oyði. Stór landbúnaðarøki standa undir í vatni, og elveitingin er farin nógvastaðni.
Ringast stendur til í Khyber-Pakhtunkhwa-landspartinum. Har eru minst 400 fólk deyð, og umleið 400.000 hava mist hús og heim.
Fleiri útlendskir hjálparfelagsskapir hava lovað Pakistan hjálp, og USA hevur latið fleiri tyrlur, sum nú hjálpa bjargingarliðunum.