Í minsta lagi fimm fólk eru deyð í einum jarðskjálvta í Filipsoyggjunum í nátt, og 29 fólk eru ikki komin afturíaftur.
Jarðskjálvtin, sum var 6,8 á Richterstiganum, hevði miðdepil einar 70 kilometrar norðan fyri býin Dumaguete á Oynni Negros. Myndugleikarnir siga, at skjálvtin elvdi til fleiri skriðulop, og at minst 30 hús liggja undir mold og eyri.
Flóðalduávaringarskipanin á Hawaii boðaði alt fyri eitt frá, at tað var eingin vandi fyri flóðaldu, men myndugleikarnir í Filipsoyggjunum sendu kortini ávaring út. Teir amerikonsku serfrøðingarnir halda fast um, at vandin fyri flóðaldu er sera, sera lítil, eftir sum miðdepilin í jarðskjálvtanum var í einum sundi millum tvær oyggjar.