bara fingið eina umsókn um loyvi at senda lokalútvarp í Føroyum. Hinvegin er ongin umsókn komin um at fáa loyvi til lokalsjónvarp. Umsóknin um loyvi at senda lokalútvarp er tann, sum vit hava greitt frá í [...] og sjónvarpið tann 1. januar misti einkarrættin at senda ávikavist útvarp og sjónvarp, at tað ber til hjá øðrum at fara undir lokalútvarp. Og tað ljóðaði einaferð, at tað var stórur áhugi at hjá einstaklingum
juli til fyrsta fleygadag, tí lundin hevur verið so seinur á veg og vit hildu at tað gjørdi onki at fleygingin dró út, tí nú er tað ikki vinnuvegur hjá nøkrum longur. ? Teir flestu fleyga bara til húsbrúks [...] ein íðin fleygingarmaður. Hóast hann nú býr og arbeiðir í Havn, er vanligt, at hann leitar sær suður til Skúvoyar hesa árstíðina at taka lut í bygdarlívinum har. Og hesa tíðina snýr ein fittur partur av [...] avtalað er, at ongin maður skal fara frá húsum fyrrenn klokkan seks á morgni. ? So er loyvt at fleyga til klokkan seks á kvøldið, men tá skal so stongin leggjast inn. ? Hetta er ein sjálvboðin stovnsrøkt,
at samstundis sum FSF sendir brøvini til spælararnar, har teir fáa at vita, at teir eru úttiknir til landsliðið, avstað, sendir Fótbóltssambandið eisini telefax til venjararnar hjá teimum professionellu [...] Julian Johnsson. Føroyski miðvallarin, sum eisini er úttikin til landsdystin í Bosnia, hevur bert mist ein dyst av týdningi, síðani hann kom til norska felagið, og tað var ein steypadystur, sum Kongsvinger [...] Julian í telefonini. At onnur eisini leggja merki til føroyska stríðsmannin, fekk Julian at vita frá agentinum hjá sær, tá hesin ein dagin ringdi til hann og greiddi frá, at Queens Park Rangers og Tranmere
klokkan 19 frenna inn á grasvøllin á Svangaskarði. Og tað er ikki heilt óhugsandi, at tað fer at bera til at fáa eitt hampuligt úrslit. Føroyingar hava eina ferð áður roynt seg ímóti ungverjum í Europa Cup [...] er hann skrásettur fyri 300 dystir, og hann hevur skorað 100 mál. Verjuspælarin Tamas Szekeres er komin á landsliðið fyri stuttum. Hann er 25 ára gamal, og hann hevur spælt tveir landsdystir. Í toppinum [...] landi. Síðani jarntjaldið fall, eru nógvir av bestu spælarunum farnir vestur um at spæla. Orsøkin til at teir fara er tann, at pengarnir og møguleikarnir fyri stórari inntøku eru nógv størri í Vestureuropa
embætisbólki undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, og er hon á tann hátt komin inn í fyrireikingarnar. Maria á Dul er nýliga komin í starv í Heilsumálastýrinum og situr eisini í einum norðurlendskum arbeiðsbólki [...] at tey eru aftan fyri okkum, hóast vit ikki halda okkum vera komin serliga langt á hesum øki, sigur Maria á Dul. Hon hevur serliga lagt til merkis, at grønlendingar og álendingar framvegis leggja stóran [...] luttøkuprísurin er 400 krónur og meldast skal til hjá Mariu á Dul, postboks 2234, 165 Argir. Um fólk vilja hava meira at vita um tiltakið, kunnu tey venda sær til Mariu á Dul, 316027-281 ella Súsonnu Nolsøe
Fyrsti bóklingurin hjá Vinnumálastýrinum um vinnupolitikk er nú komin. Tað var í 1997, at Vinnumálastýrið tók stig til at fara undir miðvíst arbeiði at orða ein vinnupolitikk. Ein arbeiðsbólkur varð settur [...] brádliga hevur fingið stóran týdning fyri búskapin. Vit byggja í løtuni skip til Grønlands, vit útflyta trol og nótir, blanda alifóður til Hetlands, smíða hús í Norra, dýpa havnir í Íslandi og vit flyta ferðafólk [...] soleiðis, at hann verður lagaður til altjóða vinnuligu megingongdirnar. Vinnupolitikkur í øðrum smátjóðum verður evnið í fjórða bóklingi. Málið er at fáa íblástur til at skipa okkara vinnupolitikk og at
soleiðis sum nú er lagt upp til, eina og aleina umsitast út frá politiskum sjónarmiðum, er tað ivasamt um tað er til nakra sum helst nyttu hjá umboðum fyri vinnuni at nýta orku til eitt arbeiði, sum als ongan [...] tað er til nakra sum helst nyttu at bræúka tí og kreftir uppá eitt arbeiði, sum als ongan áhuga hevur. Skipanarnevndin, sum skuldi vera ráðgevandi hjá landsstýrinum í ymsum fiskivinnumálum, er komin á gr [...] viðgera støðuna í teimum feløgum, tey umboða. Spurningurin, sum feløgini skulu taka støðu til, er, um tað er til nakra nyttu at tey eru limir í hesi ráðgevandi nevndini hjá landsstýrinum, tá ið arbeiðið
umboðini fyri samgonguna, mæla til at lækka dagatalið 5%. Meirilutin heldur ikki, at tað er nøkur lívfrøðilig grund til at lækka dagatalið útfrá teimum tilmælum, sum eru komin. Áðrenn dagatalið verður lækkað [...] fyri javnaðarflokkin og sambandsflokkin, mæla til, at dagatalið verður óbroytt eftir tilmælið frá skipanarnevndini. Minnilutin vísir eisini á, at orsøkin til, at landsstýrismaðurin vil lækka dagatalið, er [...] Tað vóru rokfundir í vinnunevndini mánadagin, týsdagin og mikudagin, tá ið fiskidagaskipanin var til viðgerðar. Tað gjørdust so heitt eitt skifti, at hótt varð ið samgongusliti. Men so vítt kom tað ikki
Í døgunum frá hósdegnum 11. til sunnudagin 13. september fer B 36 at skipa fyri eini stórari sølustevnu í ítróttarhøllini í Havn. Bóltfelagið hevur heitt á felagið RN-Booking um at skipa fyri tí praktiska [...] árum síðani skipaði bóltfelagið fyri stevnuni ?Føtur undir egið borð? Og nú hildu tey, at tíðin var komin at royna hetta aftur, men hesuferð eru fyrireikingarnar lagdar upp í hendurnar á RN-Booking, sum hevur
spælir sjálvandi eisini við vinfólk. Antin koma tey heim til hennara at spæla, ella fer hon heim til onkran av teimum Men øll frítíðin fer ikki bara til ítrótt og spæl, tí hon hevur hevur eisini tímar í enskum [...] Egyptalandi og úr Finnlandi. Hjá summum av børnunum var tað ikki sørt av eini kollvelting at koma til eitt av heimsins allar minstu londum. Ikki minst hjá Brasiliansku Jú og amerikansku Alex, sum báðar [...] Tær koma báðar úr familjum, sum eru væl fyri. Pápi Alex er hevur egið virki, har hann selur lutir til bilar og mamma hennara er sakførari. Pápi Jú er evnafrøðingur og mamman er heimagangandi húsmóður.