B 36 skipar fyri stórari sølustevnu

Einir 150 handlar eru bodnir at vera við. Men skuldi onkur verið gloppin burtur ímillum er bara at gera vart við seg

Í døgunum frá hósdegnum 11. til sunnudagin 13. september fer B 36 at skipa fyri eini stórari sølustevnu í ítróttarhøllini í Havn.

Bóltfelagið hevur heitt á felagið RN-Booking um at skipa fyri tí praktiska í sambandi við sølustevnuna.

Annar av monnunum í RN-Booking, Rógvi Larsen, sigur, at ætlanin er at hetta skal vera ein sølustevna fyri smáhandlar.

Tvs, at ætlanin er ikki at hava heilsølur við.

Hann sigur, at herfyri fingu einir 150 handlar kring landið bræv, har teir vóru bodnir við á sølustevnuni.

? Men skuldi onkur verið gloppin burturímillum, sum ikki hevur fingið innbjóðing, er tað ikki tí, at tey eru óynskt á stevnuni. Tvørturímóti. Men tað kann tó vera skjótt at gloyma onkran burturímillum í so stórum tali á handlum.

? Er nakar, sum ikki hevur fingið innbjóðing, eru tey vælkomin at gera vart við seg, antin hjá B.36, ella hjá RN Booking.

Og tey sum hava útgerðina, kunnu senda okkum teldubræv, sigur Rógvi Larsen.

Hvar T-brævið brævið skal sendast sæst á heimasíðuni hjá RN Bookin og hon sæst á:

marko.olivant.fo

har eru eisini upplýsingar at fáa um sjálva stevnuna.


Fjølbroytt sum gjørligt

Rógvi Larsen sigur, at ætlanin er at sølustevnan skal vera so fjølbroytt sum gjørligt, men ætlanin er ikki at hava ov nógv av hvørjum.

Og tá ið sagt verður, at stevnan ikki er fyri heilsølur, men bara fyri smásølur, skal tað takast við tí fyrivarni, at viðhvørt verða eisini stórir lutir seldir í smásølu, eitt nú bilar. Tí onkrar bilasølur verða eisini við.

Ætlanin er eisini at geva teimum, sum ikki kunnu vera við á sjálvari stevnuni, høvi at lýsa á stevnuni.

Hann sigur, at ætlanin er at stevnan skal vera á so høgum støði sum gjørligt fyri at seljararnir og keyparar hvør í sínum lagi skulu fáa nakað burturúr.

? Tvs, at nógv skal fer at verða gjørt burturúr at gera framsýningina so snotiliga sum gjørligt og hon skal eisini lýsast væl og virðiliga í fjølmiðlunum og á internetinum.

Fyrireikarin sigur, at tað verður eisini nógv undirhald á skránni, men tað er ikki lagt í fastar karmar enn.

Tó er vist, at mótasýningar verða fríggjadagin leygardagin og sunnudagin.

Annars er ætlanin at hava okkurt undirhald hvønn heilan tíma leygardagin og sunnudagin.

Undirhald verður báði fyri børn og eldri.

Hetta er ikki fyrstu ferð at B 36 skipar fyri sølustevnu.

Fyri fleiri árum síðani skipaði bóltfelagið fyri stevnuni ?Føtur undir egið borð?

Og nú hildu tey, at tíðin var komin at royna hetta aftur, men hesuferð eru fyrireikingarnar lagdar upp í hendurnar á RN-Booking, sum hevur royndir á økinum.

Atgongumerkini hjá vaksnum fara at kosta 40 krónur og hjá børnum kosta tey 20 krónur.